Hondbóltur: Spania vann bronsuna

Spania vann OL bronsudystin 33-31 á Egyptalandi

Tveir dagar eftir hálvfinalutapið ímóti Danmark kunnu sponsku hondbóltsmenninir fegnast um, at teir hóast alt fingu heiðursmerki heim við sær frá OL í Tokyo.

 

Í morgun vunnu spaniónar ein tættan bronsudyst á Egyptalandi við 33-31 eftir at hava verið á odda 19-16 í hálvleikinum.

 

Dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn í síðsta minutti. Tá umleið ein minuttur var eftir fekk Egyptaland minkað um munin sum kom niður á eitt mál, men egytpar megnau ikki at fáa bóltin aftur, og í staðin skoraði Spania enn einaferð, áðrenn bronsusiðursrúsurin hoyrdist.

 

Flestu egyptar løgdust á gólvið, men kunnu um nakrar dagar fegnast eitt sindur um sítt besta OL úrslit nakrantíð og landsins besta úrslit í meistaraskapi uttan fyri Afrika síðani fjórða plássi til HM í 2001.

 

Tað byrjaði annars væl hjá egyptum, sum fleiri ferðir struku lætt í gjøgnum annars sterkur sponsku verjuna.

 

Síðani fekk roynda spanska manningin betur tak á dystinum, og spaniólar fingu enntá fleiri bíligar skoringar í tómt mál, tí egyptar ikki megnaðu at skifta málmann nóg skjótt aftur á vøll, eftir at hava satstað við einum eyka manni í álopinum.

 

Í steðginum førdu spaniólar 19-16, sjálvt um suðurevropiska manningin var darvað av, at strikuspælarin Julen Aguinagalde var skaddur.

 

Eftir steðgin tyktust egyptararnir sterkari, og liðið kom upp á 21-21.

 

Høvdu egyptar ikki givið fleiri kontramál burtur fyrst í dystinum, hevði besta liðið í Afrika helst lagt seg á odda.

 

Í staðin vóru spaniólar støðugt á odda, og tá Alex Dujshebaev gjørdi eitt fantastiskt undirhondsskot og legði Spania á odda 32-20, tá ein minuttur var eftir, var tað game over fyri Egyptaland, sum fekk minkað um munin, men ongantíð møguleikan at javna.

 

Efter pausen virkede egypterne som det stærkeste hold, og holdet fik fuld kontakt ved 21-21.

 

Havde egypterne undgået at forære en række kontramål væk i den fase af kampen, havde Afrikas bedste håndboldhold formentlig også taget føringen.

 

I stedet blev spanierne ved med at have en overhånd på måltavlen, og da Alex Dujshebaev lavede et forrygende underhåndsskud og bragte Spanien på 32-30 med et minut igen, var det game over for Egypten, der fik reduceret, men aldrig fik muligheden for at udligne.

 

/ritzau/