Hópurin hjá Moldova sum møtir Føroyum

Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Moldova á Zimbru-leikvøllinum í Chisinau 24. mars klokkan 19.45

Fyrsti dysturin hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti í ár verður EM-undankappingardysturin móti Moldova á Zimbru-leikvøllinum í Chisinau, fríggjakvøldið 24. mars klokkan 19.45.

 

Hópurin hjá Moldova var kunngjørdur fyri nøkrum døgum síðani. 

 

Í hópinum hjá Moldova er fitt av leikarum, ið spæla við liðum í rættiliga góðum fótbóltsdeildum í Evropa. Har sum einki land er nevnt er talan um feløg í Moldova: 

 

Málverjar:  Cristian Avram (FC Petrocub, 8 dystir/0 mál), Dorian Răilean (Unirea Dej, Rumenia, 6/0), Dumitru Celeadnic (FC Sheriff, 6/0), Victor Straistari (FC Sfîntul Gheorghe, 0/0)

 

Verjuleikarar: Veaceslav Posmac (Boluspor, Turkaland, 59/2), Ion Jardan (FC Petrocub, 49/0), Oleg Reabciuk (Olympiakos, Grikkaland, 39/0), Sergiu Platica (FC Petrocub, 37/0), Ioan- Călin Revenco (FC Petrocub, 13/1), Artur Craciun (Hapoel Kfar Saba, Ísrael, 12/0),  Victor Mudrac (FC Petrocub, 8/0), Daniel Dumbravanu (SPAL, Italia, 5/0), Mihail Ștefan (FC Sfîntul Gheorghe, 0/0)

 

Miðvallarar:  Vadim Rața (FC Voluntari, Rumenia, 34/1), Mihail Caimacov (Torpedo Moskva, Russland, 18/1), Cristian Dros (Slavia Mozyr, Hvítarussland, 14/0), Nichita Moțpan (CSF Balti, 6/2 ), Alexandr Belousov (Spartak Varna, Bulgaria, 5/0), Victor Bogaciuc (FC Petrocub, 3/0)

 

Áleyparar:  Ion Nicolaescu (Beitar Jerusalem, Ísrael, 31/9), Vitalie Damașcan (FC Voluntari, Rumenia, 24/2), Maxim Cojocaru (FC Petrocub, 10/0), Virgiliu Postolachi (UTA Arad, Rumenia, 7/0 ), Marius Iosipoi (FC Petrocub, 6/0)

 

Í seinastu HM-undankapping vóru Moldova og Føroyar í bólki saman. Tá endaði dysturin í Moldova við javnleiki 1-1, og dysturin á Tórsvølli endaði við 2-1 sigri til Føroyar.