Hornblástur á Eiði við kendum og ókendum løgum

Korona hevur forðað fyri stevnuni, men nú verður hon aftur sum vanligt

Árliga Musikkstevnan verður, sum flestu árini frammanundan, aftur hildin í ár á dýrabiðidegi 13. mai, tað er í morgin. Musikkstevnan er tiltakið, har øll harmoni- og hornorkestur í Føroyum hittast at framføra síni kynstur.

 

Vestmanna Hornorkestur skipaði fyri tí fyrst Musikkstevnuni í 1966. Síðani tá hevur Musikkstevnan verið á hvørjum ári, uttan nú, hon hevur verið avlýst av koronu. Men í ár verður hon aftur sum vanligt.  Og í ár er tað Eiðis Ljómfelag – sum er mannað við spælarum í Sundalagið og bygdunum nærhendis – sum er vertur fyri stevnuni. Sjálv Musikkstevnan verður í Ítróttarhøllini á Eiði dýrabiðidag.

 

Sum nevnt, er hetta dagurin, øll orkestrini venja hart fram ímóti, og ein ávís kapping er altíð ímillum orkestrini, um at hava ta mest spennandi skránna. Her verður høvið at hoyra bæði kend og minni kend løg, løgd til rættis fyri antin harmoni- ella hornorkestur.

 

Rógvi Egilstoft, borgarstjóri, setir stevnuna klokkan 13 og tey, sum leggja fyri við at spæla, eru skúlaorkestrini ymsa staðni úr landinum, og í ár eru tey heili átta orkestur tilsamans. Umleið klokkan 15 eru tað eldru orkestrini, sum blása í ljóðførini, og tað verður, sum siður er, vertirnir Eiðis Ljómfelag, sum leggja fyri.

 

Eftir tey koma Klaksvíkar Hornorkestur, Harmoniorkestrið GHM, Tvøroyrar Hornorkestur, Fuglafjarðar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Nes Sóknar Musikkfelag, og Havnar Hornorkestur.