Í Noregi eru tey nú komin fram á 22 ára gamla Stabæk-leikaranum, Tor-Marius Gromstad, sum hevði verið horvin síðani leygarmorgunin. Á vakmyndatóli fingu tey greiðu á, at hann leygarmorgunin fór úr íbúðini hjá bróðuri sínum í Oslo uttan telefon ella lyklar, og síðani hevði eingin borið eyga við hann fram til í morgun, tá ið fólk boðaðu frá, at tey høvdu funnið eitt lík nærhendis miðbýnum í Oslo. Eftir nærri kanningar var greitt, at talan var um Tor-Marius Gromstad.
Løgreglan í Oslo sigur, at eingin illgruni er um, at nakað brotsverk er framt.
Gromstad var ein av føstu leikarunum hjá Stabæk í Tippeliguni, og í hópinum høvdu tey longu undan deyðsboðunum útvegað sær sálarhjálp fyri at fyrireika seg upp á sorgarboð.
Alt felagið, tað veri seg nevnd, besta liðið, næstbesta liðið, kvinnuliðið, ungdómslið og fjepparar høvdu leitað eftir Tor-Marius Gromstad síðani hann varð alment eftirlýstur sunnumorgunin.
- Tað er við sorg, at vit hava fingið boðini um, at Tor-Marius er deyður. Tankar okkara leika til familju hansara. Hetta er ein sera tungur dagur og øll eru rørd, sigur dagligi leikarin í Stabæk, Hallgeir Åndal, við VG.