Hósvíksdreingir svaraðu aftur

5-mannafør dreingir: Tað verður neyvan fyrr enn á ólavsøku, at tað verður greitt, um tað vera dreingirnir úr Hósvík ella úr Klaksvík, sum fara at vinna FM

Í fjør var tað í finaluróðri á ólavsøku, at Heykur vann og tryggjaði sær FM heitið dygst undan dreingjunum úr Klaksvík umborð á Fípuni Føgru.

 

Hesir báðir bátarnir kappast aftur í ár um at vinna og FM heitið.

 

Undan dagsins róðri á Miðvági var Fípan Fagra tvey stig undan Heyki úr Hósvík.

 

Í dag var eingin ivi. Heykur leyp avstað, og dreingirnir úr Hósvík høvdu tak á róðrinum allan 1000 metra teinin.

 

Fípan Fagra var næstfyrst, og hesir báðir bátarnir fóru undan Ørnini úr Sandavági, sum var klárt nummar trý.

 

Fípan Fagra royndi, men tað eydnaðist ongantíð at fáa fatur á Heyki, sum eina løtu var leys av Fípuni. Tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum var munurin ein bátslongd, og tí var ikki tann spenningur um sigurin, sum tað hevur verið fleiri av undanfarnu ferðirnar.

 

 

 

1Heykur04:53.36700
2Fípan Fagra04:55.36600
3Ørnin05:04.01500
4Jallurin05:09.19400
5Knúkur05:11.49300
6Leikalind05:12.17200
7Teistin05:14.01100
8Royndin Fríða05:15.45000
9Sílið05:15.46000
10Ingibjørg05:26.14000
11Firildur05:28.08000
12Aldan05:34.27000