Houthiar hótta skip við kós ímóti Ísrael

Houthi-rørslan í Yemen hottir við at loypa á øll skipa í Reyða Havinum, sum hava kós ímóti Ísrael.

Nýggir stríðsmenn, sum hava knýtt seg til deildir hjá houtiarunum og eftir øllum at døma skulu til Gazageiran at stríðast, masjera í gøtunum í høvuðsstaðnum, Sanna, undir eini skrúðgongu síðsta vikuskifti. - Foto: Khaled Abdullah/Reuters

Tað er líka mikið hvørjum flaggi skipini sigla undir, og líka mikið hvør eigur.

– Um Gazageirin ikki fær mat og heilivág, sum brúk er fyri, fara øll skipini í Reyða Havinum, sum eru á veg til Ísrael, líkamikið tjóðskap at vera mál hjá vápnaðu deildum okkara, segði ein talsmaður fyri houtiarnar í gjár.

Bólkurin ávarar eisini øll shippingfeløg ímóti at hava nakað at gera við ísraelskar havnir.

Houtiararnir, sum hava valdið í stórum pørtum av Yemen, hava áður lopið á og tikið fleiri skip, sum teir halda hava samband við Ísrael.

Bólkurin hevur eisini skotið fleiri rakettir og sent dronur við spreingievni ímóti Ísrael.

/ritzau/Reuters