Næmingatalið á studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum hevur aftur í ár sett met, og er nú komið upp á 830 næmingar.
Gongdin kann lýsast við, at fleiri enn 100 nýggir næmingar koma inn um skúlagátt, sammett við talið av næmingum, sum fóru úr skúlanum í summar.
Støðugt vaksandi næmingatalið sum nú er komið upp á 830, hevur noytt skúlaleiðsluna og Mentamálaráðið at leita sær út um Hoydalar eftir skúlastovum.
Tí koma tríggir HF-flokkar at hava sína skúlastovu í hølum hjá Vinnuháskúlanum Undir Krákugjógv.
Tó skulu hesir næmingar framvegis í Hoydalar til part av undirvísingini, eitt nú tá serstovur skulu brúkast ella til valfak saman við studentunum.
Sama ger seg galdandi fyri lærararnar, sum mugu ferðast teir tveir kilometrarnar millum báðar skúlarnar at undirvísa.
- Eg vil ikki siga, at hetta er ein nøktandi loysn. Men nú eru umstøðurnar einaferð soleiðis, og so mugu vit skipa okkum út frá tí, sigur Herleif Hammer, virkandi rektari í Hoydølum.
Síðstu árini eru fleiri skúlastovur settar upp í Hoydølum sum fyribilsloysnir fyri at nøkta hølistørvin. Men Mentamálaráðið hevur gjørt av, at meira verður ikki bygt í Hoydølum.
Nýggi skúladepilin í Marknagili verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri í 2016.
Hoyr samrøðu við Herleif Hammer við at trýsta á pílin undir myndini.