Hoyr Jón Aldará brøla og syngja

Rocksangarin Jón Aldará av Norðoyri er í løtuni á konsertferð kring Europa við finska tungmálmsbólkinum Barren Earth, har hann hevur verið sangari síðani 2014.

Barren Earth spælir í januar 17 konsertir í 18 dagar, og teir hava verið ella skula á pall í stórbýum sum Berlin, París, Prag, Wien, Zürich og Manchester.

Um tú trýstir á pílin í myndini omanfyri, kanst tú síggja og hoyra ein upptøku av parti av framførslu hjá Barren Earth í Manchester í farnu viku.