Frættist úr Álandi at John Frederiksen fer til IFK Mariehamn

Kelda á Álandi sigur, at tað verður arbeitt við at fáa John Frederiksen til IFK Mariehamn

Tað sum flestu føroyingar seta Áland í samband við eru oyggjaleikirnir.

 

Men álendingar hava eisini eitt fótbóltslið, ið hevur staðið seg væl í bestu finsku fótbóltsdeildini. Talan er um IFK Mariehamn, ið gjørdist finskur meistari í 2016 og finskur steypavinnari í 2015. IFK Mariehamn hevur síðani 2005 hildið plássið í bestu finsku fótbóltsdeildini. Álendingar og álendska vinnulívið stuðla liðnum væl.

 

Nú veit ein kelda, ið stendur álendskum ítrótti nær at siga in.fo, at tað verður arbeitt við at fáa John Frederiksen, ið hevur spælt fýra A-landsdystir fyri føroyska fótbóltslandsliðið til Álands at spæla fyri IFK Mariehamn. 

 

John Frederiksen spældi 28 dystir fyri eysturríkska 2. deildarfelagið, SKU Amstetten farna kappingarár. John skoraði fimm mál í hesum 28 dystunum.

 

Í 2020 og 2021 skoraði John 11 mál í 22 dystum fyri finska liðið, Musa sum tá spældi í næstbestu finsku fótbóltsdeildini. Tað er helst har, at teir í IFK Mariehamn hava frætt um John. 

 

Enn hevur IFK Mariehamn tó ikki alment váttað, at teir fara at gera sáttmála við John.

 

Keldan vit hava samband við er altíð til oyggjaleikir, og hesin fylgir álendskum ítrótti tætt. Vónandi frættist okkurt nærri um hetta skjótt.