HSF: Burn og SMS halda áfram sum deildarstuðlar

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023. Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023. Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

 

Hetta merkir millum annað, at kappingarnar enn koma at bera nøvnini Burn kappingin og SMS kappingin. Eisini koma nøvnini at verða sjónlig í flest øllum viðurskiftum, hvat kappingunum viðvíkur. Gunn Ellefsen og Jákup Suni Berg hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður.

 

- Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru, sigur Gunn Ellefsen.

 

- Tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka spælaranum, sigur Jákup Suni Berg.

 

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri hondbóltskappingunum og hvussu hesar eru blivnar alt meira sjónligar í miðlunum og á  nýggjum talgildum pallum, sigur Durita Nolsøe, býlingstjóri í SMS.

 

Ein dystur verður í kvøld í SMS-kappingini. Hann er millum Stjørnuna og H71.