HSF: Select og Sport24 gjørt nýggjan sáttmála

Hondbóltssambandið hevur longt samstarvið við Select og Sport24 við fýra árum

Seinastu seks árini hava hondbóltslandsliðini hjá Føroyum spælt í klæðum frá Select. Sáttmálin við Select og Sport24, sum er veitari hjá Select í Føroyum, er nú longdur við fýra árum, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Nýggja avtalan um klædnastuðul varð undirskrivað herfyri á høvuðsskrivstovuni hjá Skálkur-samtakinum á Tinghúsvegnum, har Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, Petur Sólbjørnsson Thomsen, handilsleiðari í Sport24 og Henrik Dahl Kjærgaard, søluráðgevi hjá Select, hittust.

 

- Samstarvið við Select og Sport24 hevur verið framúr og byrjaði longu áðrenn vit av álvara høvdu fingið okkara landsliðsarbeiði í fasta legu. Teir hava trú uppá okkum, og hevur samstarvið verið við til at tryggja framgongdina, sigur Jógvan Emil Nielsen.

 

- Føroysku landsliðini vóru millum tey fyrstu, sum bóru hondbóltsklæðir frá Select, tá hesi komu í framleiðslu. Eg fegnast um, at føroysku landsliðini hava verið við at bera merki fram og góðu undirtøkuna klæðini hava fingið, sigur Henrik Dahl Kjærgaard

 

- Vit eru glað og errin av at samstarva við hondbóltin í Føroyum. Framgongdin hjá landsliðunum hevur verið eyðsýnd og vilja vit gjarna lata Føroyar gott í á vøllinum, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen vegna Sport 24, sum er veitari av Select í Føroyum og umsitir sáttmálan fyri Select.

 

Hondbóltssambandið boðar eisini frá, at í næstum kemur ein nýggj landsliðsblusa, sum verður at fáa til keyps. Nýggi sáttmálin er galdandi til 31. desember 2025.