Hu Jintao til Danmarkar

Fyri fyrstu ferð kemur ein kinesiskur ríkisleiðari til Danmarkar á almenna vitjan. Kongshúsið boðaði fyrrapartin frá, at kinesiski forsetin, Hu Jintao, og konan Liu Yongqing koma til Danmarkar tann 14. juni sum gestir hjá Margrethu drotning.

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, er sera fegin um vitjanina. Hon vísir á, at Kina fær støðugt størri leiklut í heimsmenningini, og at vitjanin hjá kinesiska forsetanum skal menna samarbeiðið millum londini og kann vera við til at skapa arbeiðspláss og vøkstur í Danmark. Forsætisráðharrin heldur, at Danmark kann fáa góðar møguleikar til at hjálpa Kina við grønum íløgum.

Kinesisku forsetahjúnini fara avstaðaftur tann 16. juni.