Tað ber illa til at siga, at frískúlarnir ikki eiga pláss í føroyska skúlaverkinum. Í hvussu er merkja teir tríggir frískúlarnir, sum eru í Føroyum, ein vaksandi áhuga frá foreldrum.
Jastrid Høj, sum er leiðari av frískúlanum í Kelduni í Skálabotni, sigur, at til innskrivingina í januar vórðu øll tey 19 børnini, sum ganga í forskúla, innskrivað umframt enn eitt barn.
- So vit kunnu ikki annað enn vera væl nøgd við tilgongdina. Til forskúlan vita vit sjálvandi ikki hvussu verður, vit hava mett hetta árið sum eitt royndarár, sigur Jastrid Høj.
Hon sigur, at tey hava gjørt sær nógvar royndir hetta árið, og at tey einaferð í mars fara at hava ein kunnandi fund fyri foreldrum, sum umhugsa at senda síni børn í forskúla í Kelduni.
- Vit høvdu ongan slíkan fund í fjør, men nú føla vit, at vit hava betri greiðu á øllum. Nú ber betri til hjá okkum at lýsa hvat tað er, vit kunnu bjóða í okkara forskúla, sigur Jastrid Høj.
Hon sigur, at tað sjálvandi skal nógv til at reka ein slíkan frískúla, eisini peningaliga, men tað sær út til, at fólk fegin vilja hava hendan møguleikan.
- Vit vaksa spakuliga, og tað er eisini tað, vit ynskja. Vit hava tann hugburð ikki at gapa yvir meira enn vit kunnu svølgja, sigur Jastrid Høj.
Glað fyri at velja
Eisini Andrea á Rípuni úr Frískúlanum við Hoyvíkstjørn letur væl at.
- Vit hava havt munandi fleiri innskrivingar í ár enn undanfarin ár, so vit lata sjálvandi væl at, sigur Andrea á Rípuni.
Hon nevnir, at tey í fyrsta flokki í fjør høvdu fimm næmingar, meðan talið fyri komandi skúlaár liggur millum 12 og 14, so har er talan um meiri enn 100% framgongd.
Hon heldur, at fólk yvirhøvur eru glað fyri at møguleikan at velja, hvar tey koyra síni børn í skúla.
- Eg haldi eisini, at fólk himprast við at lata síni børn í kommunalu skúlarnar, tí flokkarnir har ofta eru so stórir. Hjá okkum er eitt hægstamark sett á, hvussu stórir flokkarnir kunnu vera, sigur Andrea á Rípuni.
Hetta hægstamark er 20 næmingar í hvørjum flokki, men í løtuni er størsti flokkurin hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn 18.
Frískúlin við Hoyvíkstjørn er elsti frískúli í landinum og hevur 43 ár á baki.
Vilja vera lítil
Triði frískúlin í landinum eitur Frískúlin í Havn, men hann liggur á Velbastað. Leiðarin har er Sharon Weiss, og eisini hon er væl nøgd við innskrivingina.
- Hjá okkum er tað soleiðis, at vit taka bert 10 næmingar inn um árið, fimm dreingir og fimm gentur. Undirtøkan hjá okkara frískúla er góð, og vit hava fleiri børn á bíðilista, sigur Sharon Weiss.
Hon heldur, at teirra frískúli helst er øðrvísi enn tann traditionella undirvísingin.
- Vit flokka næmingarnar ikki so nógv eftir aldri, men meira eftir menning. Vit halda, at næmingarnir fáa meira burtur úr á tann hátt, sigur Sharon Weiss.
Hon leggur eisini dent á, at tey avmarka talið á næmingum við vilja.
- Vit taka ikki fleiri næmingar inn um árið enn teir 10. Og tað gera vit av teirri orsøk, at vit vilja ikki verða ein størri skúli, enn vit eru, sigur Sharon Weiss.
Hon sigur, at hjá teimum ero flokkarnir býttir upp soleiðis, at umleið tveir árgangir eru í hvørjum flokki.
- Vit hava 1., 2. og 3. árgang í einum rúmi, 3. og 4. í einum og 4. og 5. í einum, alt eftir hvussu børnini eru ment, tí sum nevnt halda vit, at børnini sjálvi fáa meiri burtur úr á tann hátt, sigur Sharon Weiss.