Áhugin fyri leigubilum veksur

Áhugin og eftirspurningurin eftir leigubilum er so smátt farin at vaksa aftur, eftir at koronastøðan legði leigubilavirksemið lamið í mars mánaða.

Tað sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62N, sum hevur bæði ferðaskrivstovu og leigubilar.

– Vit duga væl at síggja, at mynstrið er broytt eitt sindur. Nú eru vit byrjað at fáa nakrar bíleggingar. Vit síggja eisini eina broyting á ferðaskrivstovuni, sum jú selir ferðir til Føroyar. Har eru nógvir fyrispurningar um at siga frá, tá Føroyar fara at lata upp. So nú síggja vit okkurt av virksemi, sigur Bergur Thomsen.

Kortini væntar stjórin ikki, at virksemið kemur upp á støðið, sum væntað varð fyrr í ár, og tað verður ikki í bræði, at starvsfólkini, ið vórðu send til hús, koma aftur.

– Tað allarmesta av starvsfólkinum kemur ikki aftur fyribils, sigur Bergur Thomsen.

Les meira um broytingarnar í ferðavinnuni í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast á netinum her.