John Smith skrivar
Illa fór hon ? tjóðin
Undir seinna heimsbardaga vóru Føroyar myrkalagdar av bretska hersetingarvaldinum. Hetta var gjørt til tess at forða fíggindanum at síggja, hvat fyrifórst í Føroyum.
Sannførd um, at nógv fór at blíva skrivað og sagt í sambandi við fráboðaðu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark nú tann 10. juni 98, mundu flest øll verða, sum fylgt høvdu við og sostatt vistu av, hvat samráðst fór at blíva um: Heimastýrisskipanin ? einar suverenar Føroyar ? endurgjald í sb. við bankamálið, ein upphædd, har talað verður um millum 1/1 ? 2 1/2 mia kr. Herumframt kemur so niðurgjalding av uttanlandsskuld uppá 4-5 mia. kr. og hvussu hendan afturgjalding verður relaterað til ein komandi oljupolitikk. Og so »tilvildarligi» »undirgrundar«fundurin millum Tony Blair og Poul Nyrup, meðan 10. juni samráðingarnar fara fram.
Tað kann hava verið hetta fyribrigdið teir kalla: »Stilli áðrenn stormin«, men helst er talan um nakað annað. Málið tykist vera tað øvugta: Tað tykist sum um einhvør makt (statsmaktin helst? ? tí hvør annar hevur tílíka makt?) vil forða føroyingum (og danska almenninginum) at síggja, hvat tað er, sum fer fram, og serliga kanska, hvat tað er, sum kemur at fara fram í Føroyum.
At samráðingar skuldu fara fram tann 10. juni 98 og at ríkisins fíggjarmálaráðharri skuldi luttaka og leiða samráðingarnar, havandi nærum óavmarkaðar politiskar heimildir og nærum óavmarkaðar peninganøgdir at ráða yvir, boðaði frá einari heilt óvanligari støðu. Í øllum førum, so skuldi verið talan um framúrskarandi tíðindatilfar.
Men gakk, tað hvørki hoyrdist ella sást eitt orð í miðlaheiminum um hesa størstu hendingina nakrantíð í føroyskari/danskari søgu.
Tey, sum komu úr Føroyum í sambandi við samráðingarnar, vóru sjálvandi øll væl informerað um bæði eitt og annað, meðan føroyingar í útlegd høvdu yvirhøvur lítla hóming um, at nakað skuldi fara fram. Og tey, sum kanska vóru komin til Keypmannahavnar tveir dagar áðrenn fundin, gjørdust óviss og byrjaðu at spyrja seg fyri, um tey nú høvdu misskilt okkurt.
Hugleiðingar undir
samráðingum
um eina avtalu
Uttan fyri Christiansborg náttina til 11. juni 1998
Náttin 10./11. juni 1998...
Á veg inn í ein frælsari heim ?
Á veg til lýðveldið Føroyar ?
Á veg fram móti hinum suverena sjálvstøðuga statinum.
Á einum kamari á Christiansborg, á miðjari nátt, í myrkrinum, hin avgerandi fundurin...! Frammanvert borgina valdar tøgn: Eingi fólk, eingin ferðsla, ein tómur bussur steðgar við skeltið ? sum ein skotrið gjøgnum náttina: Hvøllu brestirnir frá ventilum og brennioljupumpunum, tá bussurin accellererar og fer oman móti Nyhavnini, har akkerið liggur slavið og formálsleyst. Á sjálvum plássinum ikki ein livandi vera. Undir einum dustlittum skurvutum viðarvøkstri ? blágráir av kulda ? liggjandi sum rómverskir senatorar, tveir heimleysir, við brennandi eygum, avspeglandi teirra egnu botnleysu ræðslu. Millum teir ? arrogant og púra suveren ? stendur sprittfløskan, beint upp og niður. Ovast uppi og longst burturi sæst roðin úr einum loftsvindeyga... Av plássinum uttan fyri kennist borgin tung, avstongd og avvísandi. Massiva, fleiri tons tunga viðargrundin, gjørd úr dýrkeyptum oljubræddum bulum, gyrd við eldsmíðaðum besløgum, hongur tung og avgjørd á sínum oljuherðaðu hongslum... Inni á borgini ? innilæstir í náttarkvirruni, horvnir aftan fyri hesar pompøsu fasadur og hesi mattsvørtu vindeygu ? ávegis ? móti loysing: »Føroyingar ? í máttarinnar ferniseraðu korridorum ? á Christiansborg ?«?
Hví er tað nú altíð á nátt, at føroyingar og danir royna sum frægast at súrga sítt egna reiður? ? Hví komprimeraðar snarljóssamráðingar um mál tað tekur vikur at greiða? Hvat er hetta fyri óskil? ? Og eru samráðingar ikki, av náttúru, bæði byrjanin og endin, ella verður ikki sagt. »Sum byrjanin so endin...!« Tí er tað nakað, ið hevur eyðkent viðurskiftini Føroyar/Danmark seinastu 10 árini, og er tað nakað, sum í tann mun hevur forpestað viðurskiftini landanna millum, so tykist hetta at hava verið tey úrslit staðist hava av ymiskum samráðingarfundum og avtalum, har tíð - stað og nóg so »tilvildarligar« hendingar og so umstøður annars, hava verið meira avgerandi fyri úrslitini enn innihaldið í teim avtalum, sum gjørdar hava verið. Ella stutt sagt, vánaligu úrslitini hava øll bygt á vánaligar niðurstøður, gjørdar á náttligum hundavaktssamráðingum millum Statsmaktina og Føroya Landsstýri hesi seinastu 10 árini, meðan timingin av »tilvildarligum« umhvørvisbumbum nærum hevur verið til eitt 13 tal.
Illa fór hon ? tjóðin:
Náttligir fundir, har hetta at orka at fundast, heilt av sær sjálvum gerst tað primæra málið, heldur enn at møtast til samráðingar um torgreiddar spurningar undir vanligum umstøðum til vanligar tíðir...! Í staðin fyri: »Illa rivnu molstreraðu biddaraskjátturnar, víðopnar ? »við hálsandi kjafti«, meðan tað ? í sonnum sicilianskum stíli ? rennur ein stríður streymur ? av mutri ? í skjáttuna, til vissa er fingin fyri ævigari tøgn...!
Kl. 05.12 setti løgmaður (Synligt træt efter nattens strabadser sbr DR) pennin á pappírið! - meðan statskassin letur seg aftur sum ein onnur ostra ... fyri føroyingar: Definitivt - fyri well!
Kl. 05.15 vórðu altanhurðarnar, ið vendu út móti slottsplássinum, lætnar upp á víðan vegg... ørkymlaðu dúgvurnar tóku seg høgt upp í loft, tá teir meira enn 10.000 føroyingarnir fulltónandi sungu føroyska tjóðsangin úr enda í annan...! ? ella var hetta als ikki so?
Vit eru (- ella eru vit ikki?) keyptir (av kapitalinum) til at spæla sambært kapitalsins óskrivaðu og skrivaðu reglum ? vit eru (-ella eru vit ikki?) keyptir til einki at siga: At tiga, goyma og gloyma.. alt!?
Ikki tí hetta var jú eitt »einastandandi úrslit«! ? Hoyr - hvat siga tit? ? »Skulu vit ikki bara halda fram«: Halda kjaft? ? Hyggja upp á grannan, síggja al- og medvitandi, hulin og mystiskur út?
... og gloyma:
Húsarannsóknir í dimmalættingini ? í nazistíli ? við drepandi effekt...! Í einum tali, sum ongantíð áður í skandinaviskari rættarsøgu...! ? meðan tamarhaldsleysir bakmanspolitistar, sum partar av útifrá komandi paramiliterari løgreglu, fremja grov brot á mannarættindini, tá teir uttan ávaring taka seg inn á sakleys fólk ? á myrkari nátt...!
Skulu vit gloyma, fortreingja og goyma, at eisini grundlógin varð traðkað undir fótum, meðan hesir vandalar tóku seg inn á mann, meðan nærmasti avvarðandi lá undir børu...?
Eirindaleyst reiggjaði statsmaktin koyrilin, í ein so dyggan mun, at tað eitt skifti kundi tykjast, sum hevði henni eydnast at fáa sjálvt náttúrukreftirnar í sín part...!
Kann nakar sigast at vera befongdur við raplandi paranoia, tá viðkomandi hevur sæð Mefistofes-líknandi devlar fara sansaleyst aftur og fram eftir køksbróstinum, í glæmuni frá blaktrandi petroleumslampuni, ið logar, meðan SEV andar inn.
Er 10. juni avtalan endin á »bankasakini«, so fer eingin at siga meg ringan, um eg spyrji soleiðis: »Er tað í hesi nýggju avtaluni millum føroyingar og danir eisini íroknað endurgjald fyri fíggjarligu tapini, teimum 7.000 einstøku ? í útlegd ? vóru fyri orsakað av »bankasakini««? Og er tað tikin nøkur »politisk hædd fyri« at hetta ikki onkursvegna fer at koma pørtunum aftur um brekku so ella so? ? Og hvussu við Frívirðinum og Fíggjareftirlitinum...?
Rættur ? Rættartrygd ? Rættvísi? Hvat er ? ella hvat var tað fyri nakað? Og hvar er hetta farið alt...? Hvussu nógv nærri eru vit komin málinum við avtaluni av 10. juni. Er 10. juni endin á »banksagen«, sum hann málbar seg, ella hvussu kemur alt at útvikla seg?
Sagt verður, at tað ber ikki til at kalkulera við begrebinum »The human factor«.
framhald