Hugleiðingar um Sandá og umhvørvi hennara

- Kirkjan og náttúran

 

Hesar hugleiðingar eru umframt fagnaðarorð til fríðøkini við Sandá ein áheitan á Tórshavnar Býráð um at endurskoða ætlaðu staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum á yndisblettinum ímillum Sandá og Støðlagøtu - og soleiðis hjálpa okkum at skilja, hví býráðið hevur valt at góðtaka hetta einastandandi vakra rekreativa økið til staðseting av kirkjuni. Higartil hevur tað eydnast kommununi í stóran mun at varðveita upprunaøkini fram við Sandá og einastu óspiltu ánna í Havnini.

 

Hugleiðingarnar snúgva seg um virðini í einari skynsamari gagnnýtslu av økinum - hetta sum er trupult at seta orð á og ikki kann virðismetast út frá vanligum økonomiskum nyttuvirðum.

 

Ein mammubeigg búði í Sandagerði, so har komu vit sum børn og ung at vitja. Ta einu ferðina segði hann við meg, at hann skuldi vísa mær nakað. Hann tók meg við sær út í urtagarðin, tók ein felliknív úr lummanum og fór at skera av einum av urtunum. Hann skar eitt petti av einum leggi, flusti tað, gav mær hetta og bað meg smakka. Eg beyt í ljósagrøna leggin. Hann hevði ein serligan beisksøtan og frískligan smak. Eg havi verið uml. 10 ára gamalur. Hóast hesin óvitin búði beint niðanfyri Hvannadal í Vági, so hevði hann ongantíð hoyrt um hvonn og enn minni smakka hana.

 

Eg havi góð minnir úr Sandagerði. Eitt serstakt minni er um eina hending í seinru helvt av 50’unum, tá eldri beiggi mín og eg fóru uppá uppdagilsi í økinum. Vit komu niðan til Spinnaríið, sum var drivið við vatnmegi. Vatnið úr ánni rann í einari langari trærennu til eitt hjól, ið dreiv maskinaríið í

 

spinnarínum. Tá ið vit nærkað- ust Spinnarínum, hoyrdu og sóu vit, at vatn rann niður úr rennuni eitt stað á rennubreytini. Hetta mátti kannast nærri. Jú, har var eitt hol í rennuni og ein lúka hekk niður úr holinum, so tað var ikki so løgið, at vatnið ikki rann víðari, men skvatlaði niður úr stóra holinum. Hetta máttu vit gera okkurt við. Tað eydnaðist okkum at lata lúkuna aftur undir holinum, soleiðis at vatnið nú rann víðari. Stutt eftir begynti eitt stórt hjól at snurra, so hetta var ordiliga spennandi!

 

Men spenningurin vardi ikki leingi - ella eisini bleiv tað ov spennandi - tí bráddliga hoyrdu vit ein mann rópa og skelda so

 

tað hoyrdist um allar geilar. Hann dagaði upp undan onkrum har, og vit sóu, hvussu illur hann var, har hann stóð og skeldaði og veipaði við ørmunum. Hann hevði kanska arbeitt uppá okkurt í maskinuni, sum so knappliga var farin í gongd! Til alla lukku hendi eingin vanlukka. Og vit lærdu okkurt hendan dagin fyri uml. 65 árum síðani.

 

##med2##

 

Vit og náttúran

 

Í dag er nógv broytt í Sandagerði. Men økini framvið niðara parti av Sandá eru í stóran mun tey somu - vill, vøkur og serstøk. Enn eru hugsvalandi og dragandi fríøki framvið ánni. Dragandi hjá nógvum fólki og børnum til jóansøkubál, at ganga túrar eftir gøtuni fram við ánni, spæla, fara uppá uppdagilsi og kanna djóra- og plantulívið, taka myndir, fanga síl, klatra í lendinum, kava og svymja, finna eitt gott stað at rópa og geyla út í tolsomu náttúruna, kanna stjørnuhimmalin, halda skýming, njóta tøgnina ella hvat mann kann finna uppá.

 

Umframt so nógv annað eru vit eisini náttúra. Tað vit gera mótvegis náttúruni, gera vit mótvegis okkum sjálvum. Tað, ið vit broyta í náttúruøkjum, vit ofta vitja og hava gleði av, broyta vit í okkum sjálvum.

 

Hygg at hesari myndini, sum eg havi frá heimasíðuni hjá FB-bólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá. Vekir hon kenslur? Hvørjar? Hví?

 

Kunnu kveiktu kenslurnar hanga saman við okkara uppruna, samband og samljóð við náttúruna kring og í okkum? Um so er, er tað ikki líkamikið, hvussu vit røkta hetta sambandið?

 

Tá ið vit hyggja at myndini eru vit har úti í rúminum við ánna og rúmið er í okkum sum upplivilsi, sum vit kunnu vera meira ella minni varug við. Myndin sum spegling, sum ein refleks av einum petti av náttúruni, skapar eina refleksión hjá áskoðaranum.

 

##med3##

 

Um tað eru børn, ung, vaksin, gomul - eingin kann bera seg undan kenslunum, ið myndin vekir. Okkara perciperandi fatan av henni kann stilla okkara sinn í dur ella moll, har vit verða glað ella syrgin ella hátíðarlig, sum tá ið vit standa mitt í einum stórum katedrali. Hetta náttúrurnar listaverk við ánni, blómu- prýddum áarbakkum, flottum mosagrónum gróti, vølli, lyngi, plantu- og djóralívið ...

 

Vakurt!

 

Virðing fyri náttúruni og hennara lívsformum

 

Nú hongur eitt hóttandi skýggj yvir einum av yndisblettunum við Sandá við ætlanum um at byggja eina kirkju har í fríðøkinum, stutt frá gamla Spinnarínum. Hoast áhaldandi mótmæli í 11-12 ár er ætlanin framvegis, at kirkjan skal byggjast á vakra økinum.

 

Í skjalinum GRØNA LEIÐIN, Umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu, 2016, er ein væl gjøgnumarbeiddur og progressivur umhvørvispolitikkur orðaður: https://www.torshavn.fo/media/aejdrnqg/gr%C3%B8na-lei%C3%B0in-faldari.pdf

 

##med4##

 

Her eru nøkur brot úr umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu:

 

Í framtíðini skal alt virksemi taka støði í umhvørvinum. Tilknýtið millum menniskju og náttúruna skal verða viðurkent, og vit skulu virka í náttúruni við virðing fyri teimum ómetaliga týdningarmiklu vistskipanum, sum hava ment seg gjøgnum øldir og hýsa øllum lívi. Tórshavnar kommuna fer atslóða fyri einum grønum og burðardyggum samfelag soleiðis, at borgarar í kommununi verða fyrimyndir hjá øðrum heimsborgarum (Grøna Leiðin, s. 7).

 

Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið. Eitt fjølbroytt plantu- og djóralív, sum skapar mótstøðuførar vistskipanir og tryggjar øllum atgongd til tilfeingi, er grundvøllurin undir umhvørvispolitikkinum (Grøna Leiðin, s. 8).

 

Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygdarumhvørvi, har trø og øki við upprunaligum plantuvøkstri skulu varðveitast.

 

Trivnaður og heilsa verða raðfest hægri við at skapa karmar fyri, at fólk kunnu vera meiri saman úti í náttúruni um ymiskt (Grøna Leiðin, s. 17)

 

Framvegis er tað vanligt, at vit halda okkum vera høgt hevjað yvir náttúruni og djóra- og plantulívinum - av tí at vit eru skapt í Guds bílæti og fingu Jørðina latna upp í hendur av Gudi, og tí hava fingið rættindini at ráða yvir henni.

 

Umsetingin av 1. Mosubók 1: 26 hjá ommubeiggja ljóðar soleiðis: Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!«

Hjá Victor Danielsen er lagt aftrat: - og yvir allari jørðini.

 

##med5##

 

Við størri innliti í okkara samanhangi við náttúruni á okkara klótu og okkara plássi í alheiminum er tíðin búgvin til at vera eyðmjúkur og hava virðing fyri náttúruni og hennara lívsformum, ið vit ikki kunnu gera okkum til (valds)harrar yvir, tí vit eru sjálvi ein partur av henni - og tí mugu vit undir- geva okkum hennara lógir fyri at kunna gagnnýta og fáa gleði av henni. Men vit eru samstundis ein relativt óheftur partur av náttúruni, har vit hava ment tilvitsku, vit og skil og kunnleika til við teknologiskum snildi at umskapa náttúruna í samsvari við okkara aktuella og framtíðar tørv, sum vit produsera ígjøgnum okkara produktiva virksemi. Okkara førleikið til moralska og etiska virðismetan gevur okkum ábyrgd av náttúruni, lívsgrundarlagi okkara og øllum medskapningum okkara.

 

Henda abyrgdin inniber eisini, at vit eru skynsom í okkara inntrivum í náttúruna sum t.d. bygging av einari kirkju beint í einum vøkrum og upprunaligum náttúruøki við Sandá, sum nógv fólk hava stóra gleði av at gagnnýta til túrar og ymiskar aktivitetir.

 

Her snýr tað seg um serstøk náttúruvirði. Náttúruvirði eru m.a. eisini andalig virði, sum hava at gera við okkara upplivingar, trivna og heilsu. Verður hendan náttúruperlan lagt undir betong, glas og asfalt, so eru havnar- og argjafólk hesi andaligu virðini fátakari. Er tað neyðugt? Mugu hesi virðini ofrast fyri bygging av einari kirkju, sum kundi ligið betur eitt annað stað?

 

Fyri tey, ið eru trúgvandi, nýtist ikki at vera nøkur andsøgn ímillum ávikavist átrúnaðarligum virðum og náttúruvirðum sum andaligum virðum. Byggiætlanin er ein stór synd - ein synd ímóti andaligu náttúruvirðunum í økinum, sum í størri ella minni mun verða oyðiløgd av ætlaninini - og ætlanin tænir heldur ikki átrúnarligu virðunum, tá ið hon skerjir møguleikarnir hjá argja- og havnarfólki og framtíðar ættarliðum at njóta og gagnnýta náttúruvirðini í økinum.

 

##med6##

 

Kirkjan og náttúran

 

Kirkjan er ikki steinarnir ella tann fysiski bygningurin, men ein andaligur felagsskapur.

 

Ein ommubeiggi búði í prestagarðinum beint niðanfyri húsini hjá mammubeiggja. Hann umsetti í 1925 sangin hjá Grundtvig (1837): Kirken den er et gammelt hus. Her eru partar úr fyrsta og øðrum ørindi:

 

 

 

Í mínari verð er tað halgibrot at taka frílendið við Sandá Karin Kjølbro

 

 

 

Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur, um tornini falla;

 

Harrin ei býr í húsum teim, sum mannahendur her gera, templini øll um allan heim kunnu hans dýrd ikki bera;

 

Út frá hesum fer einki av nøkrum, um kirkjan verður bygt eitt annað stað á Argjum sum t.d. har gamli skúlin stendur. Og enn lættari kann tað gerast, tá ið hon enn bert skal flytast á pappírinum.

 

Hans Andrias Djurhuus hevur somu fatan av kirkjuni sum Grundtvig og yrkir um átrúnaðarlig virði og náttúruvirði sum andalig virði í 1908 (í Tingakrossi 19. mai 1909):

 

Útistovns- og útiskúladagar við Sandá

 

Hagin og kirkjan

 

Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi, meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi; kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg

má leita mær burtur hagar, himinin er høgur, hagar lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður; tí er hagin nógv betri enn kirkjan fyri meg.

 

Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum, býr ei í templum bygdum av menniskjahondum, hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.

Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,

 

tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa. Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn.

 

Jógvan við Ánna skrivar í Skúlablaðnum 1951 í minningarorðum um skaldið, at náttúran fylgdi við Hans Andreasi inn í skúlan, tí snimma – áðrenn fyrsta tíma – hevði hann longu verið gongutúr á fjøllunum. Tað er eisini møguligt at gera tað øvugta: at flyta stovnar og skúlar ávísar dagar út í náttúruna - til útistovnsdagar við Sandá Útistovn.

 

Trivnaður og heilsa verða raðfest hægri við at skapa karmar fyri, at fólk kunnu vera meiri saman úti í náttúruni um ymiskt (Grøna Leiðin, s. 17)

 

Økini framvið Sandá eru framúrskarandi frítíðar- og spælipláss. Umframt hvat fólk gagnnýta økini til sum frítíðarøki, so eru stór potentialir í at brúka tey til útistovns- og útiskúladagar sum eitt sera virðismikið ískoyti til vanligar vøggu-, barnagarðs- og skúladagar.

 

Fantastiskt stað! Her hava børn í nógvum ættarliðum svomið, kava, fanga síl og spælt og gloymt seg sjálvan burtur í oceanum av hugdýpandi tíð. Tað er sunt, stuttligt og spennandi hjá børnum at hava hesi økini at spæla og menna seg í.

 

Her møta børnini náttúruni og veðrinum og uppliva og læra við kroppinum fremst, við fótum, hondum, eygum, oyrum, holdi - við øllum sansum opnum, viðkvæmum og nærverandi heilt har úti við tað fyribrigdið, ið sansað verður.

 

Her møta vøggustovubørnini einari verð af rørslum, litum, ljóðum, ljósi, duftum. Ein steinur er øðrvísi at nerta við enn grasið ella vatnið í ánni. Summi ting eru hørð, onnur bleyt og aftur onnur eru flótandi og køld. Forvitni stingur alla tíðina høvdið fram fyri at uppliva tingini og fáa meira at vita.

 

Her finna barnagarðsbørnini stórir og avbjóðandi steinar, ið lokka tey til at koma og klatra á sær. Ein summarfuglur kemur litfagurt flaksandi, eltur av strálandi eygum og undrandi, frøandi barnasinni og títt stetlandi gummistyvlum.

 

##med7##

 

Tað kann krevja nógv pláss hjá summum skúlanæmingum at læra. Útiskúladagar snúgva seg ikki so nógv um, hvat er inni í høvdinum hjá næminginum, men meira hvat høvdið er inni í. Tað er inni í einum heilt serligum umhvørvi við nógvum spennandi fyribrigdum at uppliva og kanna saman við øðrum.

 

Tað er hvørja ferð spennandi, hvørji upplivilsi eru at finna har úti í økinum - hvørji fyribrigdi fatanin fer at møta, tá ið hon hyggur, lurtar, smakkar, merkir, gongur, rennur, hoppar, svymir ella kavar í djúpa hylin.

 

Ikki bara hoyra ymisku fuglaljóðini, men lurta eftir teimum. Ikki bara síggja planturnar, men hyggja at teimum. At bera kenslu á eina urt, varnast hana og lurta eftir hennara andadrátti, síggja á smáu myrku blettunum, sum eru deyðar flugur, ið eru klistraðar til bløðini, at her er ikki nóg nógv køvievni í tí moldini, urtin hevur sínar røtur í.

 

Trivnaður/heilsa og náttúran

 

Náttúran er pallur okkara og veitir vakstrarlíkindi fyri allari vælferð, tí hevur eitt heilsugott umhvørvi alstóran týdning (Grøna Leiðin, s. 16).

 

Læknar kunnu útskriva fólki receptina ‘fríøkið við Sandá’. Tá ið teir skriva Sandá uppá recept, fer mann ikki á apotekið, men út í fríøkið. Í staðin fyri einari salvu frá apotekinum kann økið vera góð smyrsla fyri kropp og sál.

 

Heilsa er eitt eksistentielt samskifti við okkara socialu, mentanarligu og fysisku verð. Á fríðøkinum við Sandá kunnu vaksin og børn fáa frálíkar mentalar vitaminir og foreldur kunnu planta náttúrugleði og ró í órólig barnasinni. Hetta medicinið hevur eingi hjáárin.

 

Receptin kann eisini ljóða uppá at at fremja fysiska og andaliga heilsu og seta lívið í perspektiv við at brúka gongubreytirnar fram við Sandá og alt gøtunetið sum hugsunarbreytir. Søren Kierkegaard segði: “Der er ikke det problem i verden, der ikke kan løses med en god gåtur”.

 

Ein kann ganga og hugsa - sum Kierkegaard eisini segði: så længe du går, så går det nok - men tað ber eisini til at steðga á eina løtu á gøtuni og í lívinum og hugsa yvir tingini ella eina serstaka støðu, ein er í. Tað ber til at brúka økið sum steðgi- og vendipláss, tá ið heilin skal kølast niður og bunkra nýggja megi til at koma víðari - ella tá ið ein týdningamikil avgerð skal takast í samráð við onkran í spákandi práti. Viðhvørt kann tað hava við sær, at ein snávar inn á eina nýggja gongubreyt, ið verður til eina haldgóða vend á rásini.

 

Um býráðs- og kirkjuráðslimir halda útifund og spáka sær fram við ánni, so kanska tað vil styrkja teirra kenslusemi og evni til at lurta eftir fólki, íð her býr (tað er eitt misforstálsi, at tað er ein veikleiki at lurta eftir borgarunum).

 

Føroyingar hava alla tíð náttúruna tætt at sær, rundan um seg, men fyri tað kunnu vit virðismeta og varðveita teir vakrastu og mest upprunaligu blettirnir í okkara nærumhvørvi.

 

______________

 

Ein sonur ommubeiggja, Regin, sum er føddur og uppvaksin í Sandagerði, skrivaði sum blaðungur yrkingina Tøkk. Her eru fyrstu 6 reglurnar:

 

Ein ringjandi, syngjandi fossur, eitt leikandi, kveikjandi lag,

ein mynnandi, mennandi kossur - har eigi eg friðarstað;

 

har tutlar og mutlar, har tvætlar og skvatlar, har súsar og brúsar so søtt;

 

og eini 40 ár seinri minnist hann enn sína elsk- aðu á og fossin, men er nú meira tungur í huga um broytta dreingjalendið:

 

»Men allir teigar eru týndir og fjøran burtursprongd - hvar skalt tú vistast,

hvønn vilt tú vitja

 

í hesi húsatrongd?

 

Her eru allar traðir taktar

og fjøran ikki longur gongd - alt dreingjalendið,

øll heimakensla -

Tín ævigøta er betongd!«

 

Nú eru ætlanir um, at æviggøtan, dreingjalendið - og heimakenslan hjá nógvum argjafólki í enn størri mun skulu verða betongd.

 

Ein abbasonur mammubeiggja, Pauli, sum eisini er føddur og uppvaksin í Sandagerði, skrivar í sambandi við kirkjumálið:

”Allur mín tónleikur stavar eisini frá hasum blettinum.

Tá eg skrivaði, Nú aftnar dagur, var Sverri Dahl beint deyður, og eg gekk mær ein túr fram við fossinum og fór beina leið til tónapennin.

 

Í dag hava alt fleiri latið eyguni upp fyri náttúrunar vakrastu kirkju, og hon gevur troyst og linna til mong”.

 

Høvundurin Sólrún Michelsen, sum einusinni var pennaveninda við eina av mínum systrum, skrivar: “Hjá okkum Argjabørnum var Sandá ”okkara á”. Áin við fossi og ósa var okkara lítla himmiríki. Vælsignan eigi tykkum! Spillið ikki hetta økið, við at leggja bygning og parkeringspláss nær námind. Hetta økið vil eg so fegin hava, at eftirkomarar okkara skulu sleppa at fáa varðveitt óspilt, so at tey kunnu kenna ta gleði og fragd, vit gjørdu fyri mongum árum síðan. Við bestu ynskjum um eina nýggja kirkju á øðrum stað, har øll kunnu gleðast um hana”.

 

Økið er nógv vitjað

 

Umhvørvið hevur seinnu árini fingið størri týdning og áhuga hjá tí einstaka og í samfelagnum sum heild (Grøna Leiðin, s. 6).

 

Út frá kjakinum í FB-áhugabólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá framgongur, at heilt nógv argja- og havnarfólk gagnnýta økið, og at vitjanin í økinum er vaksin seinastu árini - og ikki minst í koronutíðini. Kanska vit eru vorðin meira tilvita um, at gagnnýtsla av rekreativum nattúruøkjum hevur stóran týdning fyri okkara trivna og heilsu.

 

 

 

Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið (Grøna Leiðin, s. 8).

 

Eisini framgongur av kjakinum, at borgarar á Argjum og í Tórshavnar kommunu eru góð við serstaka og náttúruvakra fríøkið við Sandá, sum nú er í vanda fyri at verða enn meira skert. Tey eru hørm og stúrin um, at kanska tann vakrasti bletturin fram við ánni nú skal oyðileggjast undir betong og asfalt og ikki verður varðveiddur til gangns og gleði hjá komandi ættarliðum. Heilt nógv fólk, sum hava alsk til og gagnnýta náttúruna, har kirkjan er ætlað at verða bygt, eru ónøgd við og kedd av hesari staðsetingini, sum hvørki tænir borgarunum ella nýggju kirkjuni.

 

Enn er tíð at gera tað rætta!

 

Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygdarumhvørvi, har trø og øki við upprunaligum plantuvøkstri skulu varðveitast (Grøna Leiðin, s. 17).

 

Tórshavnar Kommuna eigur at fylgja sínum egna umhvørvispolitikki, endurskoða ætlaðu staðsetingina av kirkjuni og vísa, at hon er ein grøn kommuna!

 

Økið var friðað sambært náttúruverndarlógini §2, stk. 2, nr. 3. Ber tað til at avfriða eitt friðað øki við einum pennastroki og síðani gera eina serstaka byggisamtykt til kirkju og parkeringspláss?

 

Ætlaða staðsetingin av nýggju kirkjuni er eitt stórt mistak sambært 2062 skrivligum mótmælum, sum 13. desembur 2021 vórðu handað Heðini Mortensen, borgarstjóra. Tí eru vit nógv, ið heita á avvarandi mynduleikar: Tórshavnar Býráð við tess Náttúru- og umhvørvisnevnd og Byggi- og býar- skipanarnevnd, Yvirfriðingarnevndina, Mentamálaráðið og kirkjuráðið á Argjum um at endurskoða avfriðingina av økinum, ætlaðu staðsetingina av kirkjuni og serstøku byggisamtyktina.

 

Tvørturímóri at legga ein stóran part av hesi náttúruperluni undir asfalt og betong, so kundi økið aftur verið gjørt til eitt friðað øki uttan at broyta lendi annað enn røkt av gøtunetinum.

 

Tórshavnar kommuna fer at slóða fyri einum grønum og burðardyggum samfelag soleiðis, at borgarar í kommununi verða fyrimyndir hjá øðrum heimsborgarum (Grøna Leiðin, s. 7).

 

Borgarar í kommununi kunnu bert vera fyrimynd hjá øðrum heimsborgarum, um kommunan lurtar eftir teimum!

 

Latið ikki yndisblettin ímillum Sandá og Støðlagøtu, ævigøtuna og heimakensluna hjá argjafólki enda við at verða betongd!

 

Vælsignan eigi tykkum! Latið nú estetiska fornuftin og respekt fyri náttúruvirðunum ráða! Byggið nýggju kirkjuna á øðrum stað, har øll kunnu gleðast um hana!

 

Fylgið tilmælunum frá Føroya náttúr- og umhvørvisfelag um at varðveita nátturuøkið við Sandá og tykkara egna umhvørvispolitikki!

 

Eitt fjølbroytt plantu- og djóralív, sum skapar mótstøðuførar vistskipanir og tryggjar øllum atgongd til tilfeingi, er grundvøllurin undir umhvørvispolitikkinum (Grøna Leiðin, s. 8).

 

Endurfriðið og varðveitið tað sum eftir er av upprunaligu náttúruni og vistskipanini fram við Sandá!

 

 

 

Magnus Dahl