Hugni við bátahylin á Válinum

Hin 16. september verður tað, sum kvívíkingar rópa síðsummarhugni við bátahylin á Válinum, og tað er trivnaðarnevndin í Kvívíkar kommunu, sum stendur aftan fyri tiltakið.

Á skránni henda dagin við bátahylin á Válinum verður eitt nú bál, barnaundirhald, tónleikaframførsla, fiskikapping og felagssangur.

 

KSR, Kvívíkar sóknar Róðrarfelag, fer at skipa fyri onkrum í neystinum, og alifelagið Luna verður eisini partur av tiltakinum.

 

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at neyva skráin fyri tiltakið verður lýst seinni, og greitt er, at bussur eisini fer at koyra úr Leynum út á Válin.

 

- Um onkur hevur áhuga fyri at selja okkurt við bátahylin henda dagin, eru tey vælkomin til tess.

 

Víst verður á, at eitt nú ber til at selja úr onkrum báti, viðførisrúmi á bili ella á onkran heilt annað hátt.

 

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at fólk, sum kundu hugsað sær at havt sølubás, eru vælkomin at siga frá, soleiðis at hetta kann gerast ein partur av skránni.

 

- Er onkur áhugaður í at hava matarsøl, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við forkvinnuna í trivnaðarnevndina. Vit veita streymin og møguliga eitt lítið tjald til matarsølu, verður lagt aftrat.

 

Freistin at boða um, um fólk ynskja at hava eitt hvørt á hugnanum á Válinum, er sett til hin 23. august.