Eisini pláss fyri íverksetarum

Fiskavirkið er stórt og ein tanki, sum er frammi, er, at møguligir íverksetarar eisini kundu fingið atgongd til ein part av virkinum, tá gongd er komin á.

 

Her er tað Leif K.W. Mortensen hjá Vaskimonnum, sum seinastu dagarnar hava vaskað virkið á Sandi.

Í loyvinum, sum Sp/f 31.01. 2011 hevur fingið frá Fiskimálaráðnum eftir skipanini um vinnuligar royndir og verkætlanir, er ikki neyðugt at hava skip. Avtala verður gjørd við reiðarí, sum hevur skip, og síðan kemur feski fiskurin í tangabili í Sandoynna. Sambært loyvinum fær virkið atgongd til ávikavist 500 tons av sild og 500 tons av makreli, men hesi tøl kunnu broytast - alt eftir, hvussu stórar føroysku kvoturnar verða tey næstu árini. 

 

- Vit arbeiða við at fáa í lag avtalur við skip um at fiska fyri okkum. Men, vit kunnu sjálvsagt ikki taka fisk inn á virkið, fyrr enn vit eru klárir, og virkið hevur fingið tær góðkenningar, sum vit skulu hava, sigur Eyðvarur Petersen, stjóri í smápartafelagnum, sum eisini eigur ísfiskalínuskipið Sandshavið.

 

Hann vísir á, at ein møguleiki er, at fiskurin, sum felagið hevur fingið atgongd til í ár, verður frystur á goymslu, soleiðis at rávøran er tøk, tá virkið verður klárt. Vanligt er, at uppsjóvarskipini fiska sild í oktober og út í november, og tí er tað sildin, sum í løtuni liggur fremst í huganum hjá teimum, sum arbeiða við verkætlanini á Sandi.

 

- Vit hava sett okkum inn í, hvat marknaðurin uttanlands spyr eftir, og vit hava sett okkum inn í tær tollforðingar, sum eru. Mangt er greiðari í dag, enn tá vit fyrstu ferð søktu um atgongd til uppsjóvarfisk. Í so máta passar tað okkum væl, at okkara verkætlan bar á mál í Fiskimálaráðnum hesaferð, sigur Eyðvarur Petersen. 

 

Tað er greitt, at virksemið, sum vónandi skjótt kann byrja á fiskavirkinum á Sandi, verður á byrjunarstøði og ætlanin hjá teimum, sum standa aftan fyri verkætlanina, er, at leggja varisliga til brots.

- Vit hava bara merkt positivitet her í økinum, og vit hava fingið góðar afturmeldingar úr útlandinum um tær nisju-vørur, vit miðja eftir at framleiða á virkinum, sigur Eyðvarur Petersen, sum ikki vil avdúka so nógv um tær ítøkiligu vørur, sum arbeitt verður við. Hann vísir tó á, at talan verður um lidnar nisju-vørur, og ætlanir eru eisini um royking - heita og kalda royking - av bæði sild og makreli.

 

- Hetta merkir tó ikki, at onkrar vørur ikki eisini kunnu fara feskar út á marknaðin, leggur hann aftrat.

 

Stjórin í Sp/f 31.01. 2011 sigur, at nýggja virksemi, sum nú verður reist á føtur á Sandi, ikki verður eitt stórt arbeiðspláss - í hvussu er ikki í fyrstu syfti. Men, stigtakararnir ætlar at fáa sum best og mest burtur úr teirri atgongd av sild og makreli, sum teimum nú er tillutað.

 

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlan, sigur hann.

 

Fiskavirkið á Sandi er stórt og ein tanki, sum er frammi, er, at møguligir íverksetarar eisini kundu fingið atgongd til ein part av virkinum, tá gongd er komin á. Tað er ikki óhugsandi, sigur Eyðvarur Petersen, at okkurt skilagott ikki kundi komið burtur úr um teir, sum nú hava fingið henda møguleika, kundu stungið høvdini saman við íverksetarum, sum kanska hava onkur spennandi hugskot innan framleiðslu.

 

- Í slíkum føri kundi Sp/f 31.01. 2011, sum eigur leigumálið um virkið og nú atgongdina til ávísa nøgd av sild og makreli, verið viðspælarar, heldur stjórin í smápartafelagnum, sum eigur og rekur ísfiskalínuskipið, Sandshavið og sum nú eisini hevur fingið atgongd til 1000 tons av sild og makreli eftir skipanini um vinnuligar royndir og verkætlanir.

 

##med2##

 

Her er tað Leif K.W. Mortensen hjá Vaskimonnum, sum seinastu dagarnar hava vaskað virkið á Sandi.