Humanisman stórtrívist millum føroysk fjølmiðlafólk

-Eg vil pástanda, at ikki øll, men nógv fjølmiðlafólk eru ein beinleiðis forðan fyri demokratinum í Føroyum. Tíðindaflutningurin um bæði innlendis- og uttanríkismál er so einstáttaður, at eg haldi tað er ein trupulleiki fyri menningina av føroyska demokratinum, heldur formaður Miðfloksins, Jenis av Rana

-Føroysk fjølmiðlafólk eru eftir mínum tykki ótrúliga einstáttað. Tú kanst gjøgnumgangandi siga, at journalistiska manningin í Føroyum umboðar bert ein hugburð-tann sosialistiska humanistiska.
Umstríddi formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, tosar enn einaferð við stórum bókstavuum. Hesaferð vendir hann kanónini ímóti føroyskum fjølmiðlafólkum.
-Humanisman og stórur partur av fjølmiðlafólkum eru talsfólk fyri tolsemi, men teirra tolsemi er bara einvegis. Í føroyska samfelagnum verður áhaldandi kravt av tær sum trúgvandi, at tú skalt vísa tolsemi, men vágar tú tær at vísa á skeivleikar, fært tú av at vita í fjølmiðlunum. Tað eru óteljandi dømi um, at hevur tú ikki sama hugburð sum humanisman ber fram, verður tú álopin í fjølmiðlunum, heldur Jenis av Rana.
Undir orðaskiftinum um samanleggingina av SvF og ÚF í desember mánaði vísti formaðurin í Miðflokkinum bæði í tinginum og í kjaksending á, at føroysk fjølmiðlafólk í alt ov stóran mun lata seg ávirka av síni persónligu sannføring, tá tey skulu eitast at bera óheftan tíðindaflutning.
- Tað er ikki bara millum føroysk fjølmiðlafólk, at ein yvirvág er av sosialistiskum humanistiskum sjónarmiðum. Kanningar av fjølmiðlafólki í Noregi og Danmark vísa tað sama. Eg dugi ikki at siga um orsøkin er, at tað nærum bara eru fólk við humanistiskum sjónarmiðum, sum sleppa inn á journalistskúlarnar ella um tað er lærustovnarnir sum skapa tey, vísir Jenis av Rana á.

Forða fólkaræðið
-Eg vil pástanda, at ikki øll, men nógv fjølmiðlafólk eru ein beinleiðis forðan fyri demokratinum í Føroyum. Tíðindaflutningurin um bæði innlendis- og uttanríkismál er so einstáttaður, at eg haldi tað er ein trupulleiki fyri menningina av føroyska demokratinum,
Tað eru ikki hissini skoðsmál, Jenis av Rana gevur føroyskum fjølmiðlafólki. Hann heldur, at sonevnd etisk mál sum fosturtøka, samkynd, rúsdrekkasøla og heit uttanríkispolitisk evni sum George Bush og stríðið millum Ísrael og Palestina verða viðgjørd úr einum einstakum sjónarhorni-tí persónliga hjá fjølmiðlafólkinum:
-Viðgerðin av hesum evnum er ótrúliga einstáttað. Hesi mál verða viðgjørd úr einum sjónarhorni. Tað er í alt ov stóran mun persónligi sjónarmiðini hjá fjølmiðlafólkinum, sum ger av, hvussu málini verða lýst og viðgjørd, og tað er skaðiligt fyri demokratiið, tá hugsað verður um, at tað eru fjølmiðlafólkini, sum velja og vraka, hvørji tíðindi, tey vilja bera fram. Tá vit verða noydd at rinda sjónvarps- og útvarpsgjald í dýrum dómum, mugu vit kunna krevja, at viðgerðin av málum ikki verður litað av persónligu sannføringini hjá fjølmiðlafólkinum, heldur Jenis av Rana.
Formaður Miðfloksins leggur afturat, at ein grundleggjandi súla í demokratinum er, at allir minnilutar í samfelagnum sleppa til orðanna, men eftir 10 ár í landspolitikki staðfestir hann hinvegin, at tað er himmalvíður munur á, hvussu nógv pláss teir smærru flokkarnir fáa í føroyskum fjølmiðlunum, sammett við teir størstu flokkarnar.
-Tað kemur javnan fyri undir aðalorðaskiftum í tinginum, at fjølmiðlarnir ikki vilja kennast við sjónarmiðini hjá smærru flokkunum. Hvussu í allari víðu verð skulu nýggjar hugsjónir, nýggir persónar ella nýggir flokkar fóta sær, tá progressivu kreftirnar ikki sleppa fram at í fjølmiðlunum. Tað er so ómetaliga týdningarmikið at sleppa fram at í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum, tí har verður lagt merkið til tín, og tað er stak óheppið, at vit ikki fáa somu rúmd sum størru flokkarnir, sigur Jenis av Rana.
Galdandi hugburðurin hjá føroyskum fjølmiðlafólki við at sýta smærru flokkunum somu rúmd sum teimum størru flokkunum, metir Jenis vera eitt tekin um, at føroysk fjølmiðlafólk tilvitað royna at halda lív í gomlum hugsjónum og flokkum, heldur enn at lova nýhugsan fram at.

Flokspolitisk uppvenjing
Ein av orsøkunum til, at føroyskir fjølmiðlar eru so einstáttaðir í síni viðgerð av bæði innlendis- og uttanríkismálum, heldur Jenis kann vera í uppvenjingini á Sosialinum og Dimmalætting.
-Ein partur av fjølmiðlafólkunum í dag fáa sína uppvenjing á føroysku bløðunum, áðrenn tey fara til loftmiðlarnar. Uttan mun hvat leiðslurnar á bløðunum siga, eru føroysku bløðini framvegis politiskt stýrd, og hetta er við til at ávirka hugburðin hjá teimum fjølmiðlafólkum, sum arbeiða har. Tá hesi fjølmiðlafólk so einaferð eru leys av floksbindingunum og fara til loftmiðlarnar, skuldi tú trúð, at tey gjørdist meira óheftir tíðindaberarar, men tað vísir seg kortini hinvegin, at tey halda fast í teirra politisku sannføring, sum tey eru uppvand við á bløðunum, vísir formaður Miðfloksins á.
Jenis av Rana leggur afturat, at flokspolitiska linjan hjá bløðunum kemur serliga til sjóndar í oddagreinunum.
-Tá ástendur, vísa bløðini altíð sín sanna flokspolitiskan lit. Tað eru óteljandi dømi um, at mál verða lýst einvíst í oddagreinunum í bæði Sosialinum og Dimmalætting. Tú sært eisini javnan, at oddagreinarnar verða nýttar til at verja avvarðandi flokkar og leypa á mótstøðuflokkarnar, sigur Jenis av Rana at enda.