Hundar beindu fyri smábarni í Noregi

Hundarnir eru avlívaðir, og løgreglan hevur nú skuldsett hundaeigaran.

 

Myndin av Rottweiler-hundinum er tilvildarlig.

 

 

Tað er ein stór ábyrgd at vera hundaeigari. 

Seinastu dagarnar hava norskir miðlar fortalt eina syrgiliga søgu, sum hendi í býnum, Brumunddal, seinasta leygardag.

Meðan eitt hálvt annað ára gamalt barn var á vitjan, lupu tveir hundar, ein Rottweiler og ein Golden Retriever, á barnið og gjørdu av við tað.

Nú hevur løgreglan, sum hevur kannað málið og fer at halda fram við sínum kanningum, skuldsett hundaeigaran. 

Fleiri avhoyringar eru eisini gjørdar í syrgiliga málinum.

Hálvt annað ára gamla barnið var á vitjan hjá familju seinasta leygardag, tá barnið varð álopið.

Hundarnir, sum gjørdu av við barnið, vórðu avlívaðir seinnapartin leygardagin.

- Tað var hundaeigarin sjálvur, sum saman við løgregluni ynskti, at hundarnir vórðu avlívaðir, sigur løgregluadvokaturin, Marit Kjelsberg, við norskar miðlar.

Hundaeigarin er skuldsettur fyri brot á greinina í hundalógini, ið snýr seg um antin við vilja - ella óviljað - ikki at hava ansað nógv væl eftir, at hundarnir ikki lupu á ella gjørdu skaða á fólk. 

Løgregluadvokaturin vísir á, at skuldsetti persónurin er avhoyrdur, men bæði við atliti til kanningararbeiðið og tey avvarðandi, vil hon ikki gera viðmerkingar til, hvat hin skuldsetti hevur greitt frá.

Marit Kjelsberg vil tískil hendur einki siga um familjubondini millum hundaeigaran og tey, sum áttu smábarnið.

Løgregluadvokaturin sigur, at fleiri vitni vóru til hendingina, og enn eru fleiri avhoyringar eftir at gera.

 

 

Myndin av Rottweiler-hundinum er tilvildarlig.