Hundraðtals arbeiðspláss hvørva

At alivinnan í Føroyum er í svárari kreppu, er neyvan nøkur loyna, og við nýggjastu hagtølunum hjá Fiskaaling í huga, er líkt til, at nógv fólk, ið starvast í alivinnuni, verða uppsøgd

Tað sær einki út hjá føroysku alivinnuni. Ein samanrenning av ILA-sjúku og vánaligum prísi á heimsmarknaðinum hevur sett síni spor, og tey útvið 800 fólkini, ið starvast innan føroysku alivinnuna, eru í vanda fyri at missa arbeiði.

Næstan einki smolt sett út
Eitt gott tekin um vánaligu støðuna í alivinnuni, er markanta afturgongdin í nøgdini av smolti, ið verður sett út. Í 2002 vóru ikki færri enn 18 milliónir laksasmolt sett út, meðan metingarnar hjá Fiskaaling fyri í ár siga, at tað neyvan verður meiri enn einar 2 milliónir av laksasmolti sett út í ár. Hetta er tað lægsta talið av smoltið, ið verður sett út, síðani 1986. Í fjør vóru 7.5 milliónir laksasmolt sett út, so ikki kann sigast annað, enn tað hevur gingið ógvuliga skjótt tann skeiva vegin.

Tøkan av laksi fer í botn
Við tað at smoltið vanliga verður tikið innan tvey ár eru farin, er eyðsæð, at tey næstu árini verður nógv minni virksemi á teimum ymisku kryvjivirkunum kring landið. Nýggjar metingar, ið Fiskaaling hevur gjørt vísa eisini, at tøkan av laksi fer at minka munandi næstu árini. Í kruvdari vekt var tøkan størst í 2001, tá ið 41.000 tons av laksi vóru tikin, og hetta talið er minkað eitt sindur fyri hvørt ár, ið er farið aftur um bak, soleiðis at tað væntandi verða tikin 34.000 tons av laksi í ár. Hyggja vit so eitt lítið sindur longur fram í tíðina, er fallið í tøkuni væl størri. Lítla útsetingin av smolti hevur við sær, at tað komandi ár væntandi ikki verða tikin meiri enn okkurt um 20.000 tons, og árið eftir í 2006 einans 6.000 tons.

Nógv arbeiðspláss í vanda
Við omanfyri nevndu metingum í huga, er lítið at ivast í, at tað verða nógvar uppsagnir í vinnuni. Serliga kann roknast við, at tað er innan fyri kryvjing og framleiðsluna av liðugtvøru, at nógv verða uppsøgd. Í einum tilmæli, sum Vinnuhúsið lat gera fyrr í ár, stendur at lesa, at okkurt um 500 fólk arbeiða innan fyri hesar báðar partar av føroysku alivinnuni. Aðrastaðnis í blaðnum stendur at lesa, at Sørvágs Laks júst hevur sagt fólki úr starvi, og væntast kann, at tað sama fer at henda kring alt landið.

Útflutningsvirðið minkar nógv
Vánaliga gongdin í alivinnuni fer sjálvsagt eisini at ávirka útflutningin av laksi. Seinastu árini hevur føroyska alivinnan útflutt fyri einar 800 til 900 milliónir krónur um árið. Í ár fer útflutningsvirðið neyvan at minka nevnisvert, men næstu árini sær verri út. Ein forsøgn, sum Føroya Havbúnaðarfelag hevur latið gjørt, vísir, at komandi ár fer føroyska alivinnan neyvan at útflyta fyri meiri enn slakar 500 milliónir krónur, og í ár 2006 verða vit heilt niðri á 100 milliónur krónum. Hesar metingar eru gjørdar út frá teirri nøgd, ið væntandi verður tikin komandi árini, og roknað er við einum marknaðarprísi upp á 20 krónur fyri kilo. Í løtuni liggur miðalprísur beint undir 20 krónum fyri kilo.

Líkist kreppuni í nítiárunum
Kreppan í alivinnuni í dag minnir ikki sørt um kreppuna, sum alivinnan var í fyrst í nítiárunum. Men av tí at vinnan er nógv størri í dag, kenst kreppan eisini svárari í samfelagnum.
Orsøkin til kreppuna í nítiárunum var vánaligir prísir og sjúka, og tað er júst tað sama, sum ger seg galdandi í dag. Nógvir alarar fóru á húsagang tá, og søgan fer óivað at endurtaka seg. Hvussu stór kreppan verður hesaferð, er tó nógv tengt at, hvussu tað fer at ganga við at fáa bast sjúkunum, og hvørjar karmar, ið landsins myndugleikar og fíggjarstovnar fara at geva føroysku alivinnuni.
Vit royndu til fánýtis at fáa eina viðmerking frá Havbúnaðarfelagnum til støðuna í føroysku alivinnuni, men vónandi kemur hon í næstum.