Hurtigruten vitjar í Elduvík

Tvey norsk ferðamannaskip fara næstu dagarnar at vitja í Elduvík

Runavíkar havn skrivar soleiðis í morgun:

 

Í næstum vitja tvey ferðamannaskip frá reiðarínum Hurtigruten í Elduvík. Spitsbergen kemur leygardagin 28. mai og Fram hósdagin 2. juni. Bæði skipini fara at liggja fyri akker út fyri bygdini frá kl. 8-17. Ferðafólkini, umleið 145 í tali, verða førd í land við gummibátum.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferðamannaskip frá Hurtigruten vitja í Elduvík, so bygdin hevur góðar royndir í at taka ímóti. Skipað verður fyri heimakafé hjá Fridu, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, sálmasangi og vitjan í kirkjuni, sølu av minnislutum í skúlanum og føroyskum dansi uttanfyri skúlan. Tveir gongutúrar verða fyriskipaðir við lokalum ferðaleiðara, annar fram í Dal og hin til Oyndarfjarðar, har bussur síðan koyrir gestirnar norður aftur til Elduvíkar. Okkara sonevndu Ask Me fólk vera sjálvandi eisini í bygdini til reiðar at leiðbeina.


Vitjanin er løgd til rættis í tøttum samstarvi millum fólk í Elduvík, Visit Runavík og Runavíkar Havn. Umboðsfelagið hjá Hurtigruten í Føroyum er Faroe Ship. Ferðamannaskip vitja tríggjar ferðir í Elduvík í ár, og seinasta skipið kemur 3. oktobur, skrivar Runavíkar havn.