Hvørjar bøkur vóru í húsunum fyrr

Elin Mortensen hevur vunnið kapping, har hon hevur skrivað ritgerð um gamlar bøkur

 

KAPPING

Fyri tveimum árum síðani skrivaði Fróðskaparsetur Føroya út ritgerðarkapping við heitinum: Gamlar bøkur. Hvørjar bøkur vóru í húsunum fyrr? Kappingin er nú lokin og inn komu fýra handrit. Ein dómsnevnd við trimum fólkum hevur mett handritini. Í dómsnevndini sótu Martin Næs, landsbókavørður, Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Dómsnevndin hevur gjørt av at lata Elini Mortensen í Tórshavn eina virðisløn á 1000 krónur. Hinir tríggur luttakararnir fáa bókagávu.

Fróðskaparsetrið fer í næstum at skriva út nýggja ritgerðakapping. Nærri verður greitt frá hesum í fjølmiðlunum.