Hvítabók er ikki hvít

Javnaðarflokkurin ivast í, um Hvítabók í veruleikanum er hvít. Flokkurin grundar hendan iva á, at arbeiðssetningurin í Hvítubók beinleiðis er at finna útav, hvussu Føroyar kunnu skipast sum fullveldi, í staðin fyri at lýsa ymsar møgulleikar

Loksins ger Javnaðarflokkurin sínar viðmerkingar til Hvítubók. Tær allar fyrstu komu í formansfrágreiðingini á landsfundi floksins í Skopun leygarkvøldið, og gjáramorgunin helt flokkurin tíðindafund á Gamla Apoteki, har viðmerkingar til Hvítubók og ríkisrættarligu støðu Føroya vóru einasta evnið á skránni.

Hvítabók fær av at vita frá Javnaðarflokkinum. Tað fyrsta, flokkurin bítur merki í, er, at arbeiðssetningurin í bókini er at finna ein loysn til føroyskt fullveldi. Og tá hetta er arbeiðssetningurin, heldur Javnaðarflokkurin stóran iva vera um, um talan í veruleikanum er um eina Hvítabók. Tí ein slík eigur jú at vera netral, og lýsa aðrar møguleikar viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni.


Søluátak

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, vísti í framløgu síni á Gamla Apoteki á, at eftir hansara tykki er Hvítabók meira at meta sum eitt søluátak enn ein Hvítabók.

? Um vit hyggja at forsíðuni í hesi bók, so sæst eitt prýðiligt logo við tekstinum Føroyskt Fullveldi. Hetta myndar als ikki fyri objektiviteti, tá talan er um eina slíka Hvítabók, men fær teg heldur at hugsa um eitt søluátak fyri føroyskum fullveldi, eins og talan var um at selja vaskimaskinur, køliskáp ella okkurt annað líknandi.

Jóannes Eidesgaard vísti eisini á, at tað í veruleikanum ikki eru meira enn einar 14 til 15 síður í Hvítubók, ið veruliga eru viðgerandi. Restina, ið er søgulig kunnan um Føroyar og kunnan um onnur smáríki, heldur hann bert vera ífyllu, ið betur hevði hóskað í onkrari lærubók.


Amboðskassin

Tá Hvítabók 1. september alment varð leysgivin gjørdi Høgni Hoydal greitt, at bókin skuldi metast sum ein amboðskassi, har samgonga, andstøða og øll onnur kundu fara niðurí eftir amboðum at byggja nakað upp við. Men sambært Jóannesi Eidesgaard inniheldur amboðskassin hjá Høgna Hoydal ikki serliga nógv amboð. Í hvussu so er, er talan ikki um amboð at byggja nakað upp við. Formaður Javnaðarfloksins sigur, at amboðini í hesum góða amboðskassa eftir hansara tykki eru bittong, sag, vinkulslípari og kúbein.

Bittongin er við, fyri at bíta nakað av, sagin, fyri at fáa kappað nakað av, vinkulslíparin er við, fyri at tað skal bera til at kappa nakað av, ið er ógvuliga hart og at enda er kúbeinið eisini í kassanum, so tað skal bera til at slíta nakað sundur.

? Uppbyggjandi amboð dugi eg als ikki at síggja í amboðskassanum. Har er einki vaturpass ella nakar rættisnórur, ið kann siga, um hetta er beint ella hetta er skeivt, sigur ein avgørdur formaður í Javnaðarflokkinum.


Dream Case

Javnaðarflokkurin hevur lisið fylgibindið um búskap við stórum áhuga, og niðurstøða floksins er, at hon als ikki kann nýtast sum grundarlag fyri skilagóðum broytingum í ríkisrættarligu støðuni.

Millum annað vísir Javnaðarflokkurin á, at stór ósemja hevur verið millum teir búskaparfrøðingar, ið skrivað hava búskaparfrágreiðingina, og tí inniheldur frágreiðingin onga niðurstøðu. Flokkurin vísir á, at ósemjan hevur verið so mikið stór, at endin hevur verið, at teir ymisku búskaparfrøðingarnir hava skirvað bókina í brotum, hvør fyri sær. Tí heldur flokkurin tað vera skeivt, tá sagt verður, at bókin byggir á felags hugsanir hjá nøkrum av okkara fremstu búskaparfrøðingum.

Men hetta er ikki einasti veikleiki, Javnaðarflokkurin vísir á, í fylgibindinum um búskap verður gingið út frá einum ævigum avlopi á føroysku fíggjarlógini. Tosað verður um eina skiftistíð á 15 til 20 ár og ein fíggjarligan vøkstur á 2 prosent. Búskaparbólkurin sigur, at talan er um sokallaðar »worst case« útrokningar, ið mekir, at allatíðina byggja útrokningarnar á, hvussu støðan í ringasta føri hevði verið. Menn hetta er Javnaðarflokkurin als ikki samdur í, tí eftir hansara tykki er talan um »dream case« útrokningar, ið als ikki kunnu sammetast við veruleikan, men byggja á dreymahugsjónir.

Javnaðarflokkurin vísir á, at als eingin sensitiv analysa er gjørd í búskaparpartinum av Hvítubók. Høvundarnir hava als ikki einki gjørt við møguleikan fyri, at fíggjarligu viðurskiftini broytast, til dømis orskað av svikaligum fiskiskapi.

Samanumtikið heldur Javnaðarflokkurin lítið um Hvítubók, men ásannað verður tó, at broytingar í ríkisrættarligu støðuni eru á veg, og ætlar Javnaðarflokkurin at gera sítt til, at samstundis sum hetta verður gjørt, verður eisini hugsað um vælferð og trivnað hjá tí einstaka føroyinginum.