Hvalbingar í hernað móti rottu

Hava lagt rottueitur í lundaland

Tá hvalbingar leygardagin fóru eftir seyði í Miðurð, ið ligur vestanfyri Grímsfjall í Hvalba, nýttu teir eisini høvi at leggja rottueitur í lundalandi í urðini. Tað upplýsir Hvalbiar kommuna á heimasíðuni.


Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, er ein teirra, ið hevur seyð í urðini, og greiðir hann frá fyri in.fo, at eini 20 kilo av rottueitri bleiv lagt í urðina fyri at hjálpa lundanum, ið heldur til har.


Tað er Ronni Hammer, sum røkir hettar feitilendi og hevur Hvalbiar Kommuna keypt rottueitur, sum bleiv lagt út ymsastaðni í lundalandinum í sergjørdum rottukassum.


Urðin er bert atkomulig við báti, tí tað skal vera kyrt og eystanvindur fyri at koma til urðina. Av tí sama er tað eisini nøkur ár síðan, at rottueitur seinast bleiv lagt í urðina.