Ein kúlubøka stjól OL-pallin við einum øgiligum lopi úr sjónum, sum vakti ans hjá bæði áskoðarum og myndafólkum.
Tað hendi, meðan Tatiana Weston-Webb úr Brasil og Brisa Hennessy úr Kosta Rika vóru mitt í hálvfinaluni í brimfjalakappingini hjá kvinnum í OL.
Meðan flestu kappingarnar undir OL fara fram kring París, verða brimfjalakappingarnar hildnar í sjónum út fyri Teahupo'o í Tahiti í Franska Polynesia.
Kappingina hjá kvinnum vann amerikanska Caroline Marks mikudagin í tættari finalu móti Tatianu Weston-Webb.
/ritzau/