Hvar blivu vallyftini av?

Hóast met høgar inntøkur, so fer fíggjarætlanin hjá býráðnum at hava stórt hall komandi ár. Nýggjar verkætlanir og manglandi raðfesting ávirka kommununa, og tí verður kommunan undir umsiting komandi árini

Tað er ørkymlandi at síggja uppskotið til fíggjarætlan, ið meirilutin í býráðnum hevur lagt fyri. Hóast meirilutin roknar við methøgum skattainntøkum, so vísur fíggjarætlanin fyri fyrstuferð nakrantíð seinastu 12 árini eitt stórt hall.

 

Tað tykist sum eingin stýring er á fíggjarligu raðfestingunum. Raksturin er settur til at økjast við 20 mió. kr, og hóast tíverri lítið bendir á at inntøkurnar økjast nógv komandi ár, so metir meirilutin at inntøkurnar økjast við 20 mió. kr. Samstundis verða íløgur - í fyrstusyftu - gjørdar fyri 108 mió. kr.

 

Afturat øllum hesum, er longu boðað frá, at eykajáttan/tillaging verður gjørd av fíggjarætlanini í februar ella mars, við uml. 20-25 mió. kr. afturat.

 

Um ongar broytingar verða gjørdar, ella um kósin ikki verður justerað, so kann kommunan hava eitt hall upp á í alt 40-45 mió. kr, tá ið 2022 er komið at enda. 

 

Verður hugt eftir inntøkunum, er ilt at fáa eyga á hvar 20 mió. kr. eyka skulu koma frá. Bert einaferð seinastu 12 árini eru inntøkurnar øktar við umleið 20 mió. kr., men tað hevði sínar heilt serligu orsøkir, eitt nú av øktum makreli og tí ein fyritøka valdi at broyta útberingina av partafelagsskattinum.

 

Um tað óhepna skuldi hent, at inntøkurnar ikki økjast soleiðis sum meirilutin væntar, so kann kommunan koma í eina støðu, har hallið verður val størri enn 40-45 mió. kr. - kanska 50-55 mió. kr.

 

 

 

Hvar blivu vallyftini av?

 

Til valið varð sagt, at nú skuldi tálmast, nú skuldi skil koma á fíggjarstýringina og nú skuldi gerast liðugt.

 

Hóast hetta eru aftur fleiri nýggj átøk sett út í kortið fyri komandi ár, umframt at fleiri nýggj átøk longu eru sett í gongd í inniverandi ári. Alt hetta er sett í gongd, uttan at rennibreytin, ídnaðarøkið á Borðoyavík ella fleiri vegastrekkir eru gjørd liðug í árinum. 

 

Hvat við at halda fokus á tað, ið flest allir flokkar og uppstillaðu fóru til val uppá, nemliga fyrst og fremst at gera liðugt?

 

Amboðini til at stýra liggja hjá meirilutanum fyrst og fremst, men tað tykist sum at eingin vil taka um stýrisvølin, heldur er fíggjarætlanin merkt av at fóturin verður trýstur harðari á spitarin.