Hvat er trupulleikin og hvør kann loysa hann?

Okkurt má verða galið, tá hundrað- ella kanska tús­undtals fólk fara á barr­i­kad­ur­nar at mótmæla, ikki bara í Før­oyum, men eisini í fleiri øðr­um londum.

Men hvat er galið?
Er tað okkara politikarum tað er galið við? Er tað bara í Før­oy­um at politikarar telja at­kvøður og verða ávirkaðir av tí?
Ella mangla okkara pol­i­t­ik­ar­ar kanska mótspæl?

Hvussu kann hesin trupulleikin loysast?
Vit hava tíbetur em­bæt­is­fólk, sum tora at gera vart við seg við teirra fak­ligu bakgrundsvitan. Vit hava tí­bet­ur eisini fak­fel­øg, sum stuðla slíkum em­bæt­is­fólk­um. Hattin av fyri teimum.
Løgtingsumsitingin kem­ur ferð eftir ferð við upp­rit­um, har mælt verður Løg­ting­i­num til at burturvísa tin­g­mál. Og tað hendir eisini, at ting­mál verða burturvíst. Tað verð­ur onkuntíð lurtað.
Miðlarnir royna at grava og seta fokus á ymisk við­ur­skifti. Flott.
Og nú hava vit eisini eina fólka­mongd, sum heldur tað vera neyðugt at gera vart við ein trup­ul­leika og mótmæla. Heilt fantastist.
Men hvat so?
Kanska politikarar fara at taka atlit til hetta fólkakravið, um fólka­mongdin bara er nóg stór? Teir telja jú. Kanska ein aðal­stjóri, landsstýrismaður, ella kanska sjálvur løgmaður rýk­ur? So høvdu øll ver­ið glað. Mót­mæli hevði givið úrs­lit. Hurra.
Men er trupulleikin so loyst­ur?

Kann tað verða verri?
Hvat hendir, tá tann eini av lands­sins hægstu em­bæt­is­fólk­um, sum veruliga hevur tor­að at givið politikarum eitt mót­spæl, bæði sjálv og við rygg­dekni­­ngi til síni em­bæt­is­fólk, fer frá vegna ald­ur?
Fáa miðlarnir størri væl­vild á fíggjarlógini, tá teir geva politisku skipanini eitt mót­spæl?
Kennir nakar nakran em­bæt­is­mann, sum er kom­in styrkt­ur fram á síni starvs­leið við at gera vart við seg, ímóti pol­it­iskum ætl­anum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at em­bæt­is­fólk vilja standa fram sum em­bæt­is­fólk­ini á Gjald­stov­uni og Lands­verk nú hava gjørt?
Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá em­bæt­is­fól­k­um at gera vart við seg og geva pol­it­isku skip­an­ini eitt fak­ligt mót­spæl? Ella í øllum før­um, at tað ikki fær nei­lig­ar av­leið­ing­ar fyri viðkomandi?
Hava vit ikki løg­mans­stjór­ar og aðal­stjór­ar, sum kunnu geva hes­um em­bæt­is­fólk­u­num neyð­uga rygg­dekn­ing­in og finna eina ver­u­liga og varandi loysn á trup­ul­leik­a­num?
Spurningurin er eisini, hvat veru­liga aðalmálið hjá em­bæt­isverkinum ­skal verða – at tæna politikarunum ella fólk­i­num?
Hesin spurningurin varð ein­a­ferð settur á eini ráð­stevnu fyri nøkrum ár­um síð­ani. Har varð bara ein av lands­ins hægstu em­bæt­is­fólk­um, ið metti sína að­al­upp­gávu verða at tæna fólk­i­num. Hetta varð stjórin á løg­ting­s­um­si­tingini.
Í dag kann tað tykj­ast, at uppgávan hjá em­bæt­is­verk­i­num bara er at gera tær pol­itisku pri­or­i­ter­ing­ar­nar, ið verða settar út í kortið, mest opt­imalar. Hetta heldur enn at gera eina roynd at tryggja, at tær mest optimalu loysn­ir­nar verða politiskt pri­o­r­i­t­e­r­að­ar.
Lat okkum vóna, at sam­gong­an, ella kanska and­støð­an, metir støddina á fólka­mongd­ini leygardagin verða nóg stóra til at geva hes­um ans. Hóast tað neyv­an er politikararnar, sum eru trupulleikin, so er tað bara teir, sum kunnu taka neyð­ugu stigini at loysa trup­ul­leik­an.