Ísland sum er ein av hornasteinunum undir EFTA, kemur í nærmastu framtíð at fáa sær evruna sum gjaldoyra, og tað næsta verður so ES limaskapur.
Hví vilja tit ongantíð verða eitt bein frammanfyri – satsa upp á at fáa samráðingar um treytir fyri ES limaskapi fyri Føroyar?
Eg meti, at tú fyri langari tíð síðani hevur ásannað (uttan at viðganga tað), at einasti máti hjá tær at fáa fullveldi einaferð í framtíðini, er at fara inn í ES gjøgnum ríkisfelagsskapin, men hesin bitin er so mikið ringur at slúka politiskt, at tú enn hevur hann í rangastrúpanum. Eg vóni at tú skjótt fær svølgt hann og kemur víðari og hugsar, hvat er best fyri land og fólk og ikki hvat er best fyri teg og Tjóðveldi.
Eg rokni við at tit hóast alt, eins og vit í Sambandsflokkinum, arbeiða fyri loysnum, sum eru góðar fyri landið og fólkið her býr - og tit vita eins væl og vit, at ES er loysnin og ikki EFTA.
Tit – tú og Jóannes, høvdu ein gyltan møguleika at tosa við EFTA saman við Per Stig Møller fyri stuttum í Sveis, ein ferð sum var fyriskipað fyri at hjálpa Føroyum við EFTA limaskapinum, men hendan møguleikan lótu tit fara aftur við borðinum heldur enn at gagnnýta hann, tíverri.
Tú veit eins væl og eg, at Sveis er “the breaking point” í hesi sakini. Eru teir ikki við, so er hetta mál úti av verðini.
Nú nýtir tú ístaðin fyri hundraðtúsundavís av krónum, saman við tínum aðalstýri (heimildarleyst, tí vit hava provisoriska fíggjarlóg?) at ferðast runt til hini londini, fyri at yvirtala tey at yvirtala
Sveis – skil tað hvør ið vil – fyri mær er hetta tann øvugta verð.
Sig tú mær eitt Høgni - hvat er tað sum er so fantastiskt við at blíva limur í einum felagsskapi, sum ivaleyst ikki er til um 10-15 ár - ella í besta førir er til við tveimum limalondum – Sveis og Lichstenstein, tí tá hava bæði Noreg og Ísland sæð tað skilagóða í ES og limaskapinum har?
Hví vil tú ikki heldur koma inn til kjarnina og arbeiða við einari loysn við ES, heldur enn hesum misfostrinum sum EFTA er?
Vónandi kemur skilið at ráða yvir tykkara misskiltu nationalismu og tit - um ynskist við hjálp frá okkum, - fáa loyst upp fyri hesum átrokandi máli og fara í samráðingar við ES og Danmark um ávikavist treytir fyri limaskapi og samstarvsleisti millum Føroyar og Danmark í hesum høpi.
Úrslitið av hesum samráðingum eiga vit síðani at leggja út til fólkaatkvøðu.
Hinvegin kanst tú sjálvandi velja at halda á at ganga í klingur tey komandi nógvu árini, men tað tænir ikki landið og fólki.