Hvat vilja vit?

Stavnhaldið má vera, at vit føroyingar ráða fult og heilt í egnum landi.

Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Tá kyknaði frælsisændin og kastaði ljós yvir Føroya land. Menn og kvinnur fylktust um aðalmálið, sum er tað einasta, sum kann geva okkum trygg og skipað viðurskifti í landinum.

Vit mugu vakna; tað eru onnur lond í heiminum so sanniliga.

Tá ið fyrri heimsbardagi brast á vóru bert 62 sjálvstøðug lond í heiminum. Frá 1946 er talið vaksið frá 74 til 193 í dag.

Í dag eru 35 sjálvstøðug lond, ið hava færri enn 500.000 íbúgvar. Og Nauru, ið er ein oyggj í Stillahavinum, telur bert 8000 íbúgvar. Hetta er sostatt minsta sjálvstøðuga landið í heiminum.

Vit eru eisini eitt lítið land og koma undir at vera smáir, men vit eru so sanniliga eisini knáir. Við skipaðum og tryggum viðurskiftum í Føroyum vilja vit tala hesa søk við danir.

Við einum sunnum og blomstrandi vinnulívi vilja vit seta grundarlagið fyri komandi samráðingum!

Um vit hugsa okkum væl um, so er tað onki løgið, at vilja gerast ein sjálvstøðug tjóð.

? Hava vit ráð at lata vera?


Sámal Jákup Sakarisson

valevni Tjóðveldisfloksins

í Norðoyggjum