Hvessingur sigur í tættari kapping

Hesa ferð var Jarnbardur, sum vann á norðoyastevnu, nummar trý, og Sølmundur var næstfremst

Tað var nógv, sum tørnaði øðrvísi út í dag, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á sundalagsstevnu í Hósvík.

Hesa ferð var tað Hvessingur úr Hvalvík/Streymnesi, sum vann. Tað eru suðuroyingar, sum mannað henda bátin í ár.

Sammett við á norðoyastevnu vóru úrslitini heilt øðrvísi. Í Klaksvík vann Jarnbardur tætta kapping við Hvessing og Sølmund.

Eins og seinast var aftur hesa ferð talan um sera intensiva, tætta og skiftandi kapping. Hvessingur var tvey sekund undan Sølmundi, og eina bátslongd aftanfyri var Jarnbardur frammanfyri Rádna í tættari kapping um bronsuplássið.

Tvørabáturin og Lómur vóru leingi væl við, áðrenn teir dragnaðu. Gongurólvur vann kappingina við Smyril um at sleppa undan aftasta plássinum. Hjá Gongurólvi kom tað illa við, at hann lá eftir í startinum og misti meiri enn tvey sekund.

 

1Hvessingur05:20.20  
2Sølmundur05:22.19  
3Jarnbardur05:25.00  
4Rádni05:26.13  
5Tvørabáturin05:31.06  
6Lómur05:31.18  
7Gongurólvur05:33.22  
8Smyril05:38.10