Hvítabjørn drap kvinnu og barn í Alaska

Í gjár fór ein hvítabjørn inn í ein lítlan bý í Alaska, har hon leyp á fleiri íbúgvar, harav tvey fólk lótu lív.

 

Løgreglan í Alaska upplýsir sambært tíðindastovuni AP, at ein hvítabjørn í gjár beindi fyri tveimum fólkum í Alaska, kvinnu og barni.

 

Tað var um 14.30-tíðina týsdagin, at løgreglan fekk boðini um hendingina í býnum, Wales, sum liggur við vestara enda av hálvoynni, Seward.

 

- Fráboðaninar, vit hava fingið úr býnum, siga, at hvítabjørnin fór inn í býin, har hon jagstraði fleiri íbúgvar. Her drap hon eina kvinnu og eitt barn.

 

Hvítabjørnin varð skotin og dripin av lokalum fólki, men tá hevði hon longu gjørt feigdina um seg.

 

AP veit at siga, at løgregla og aðrir myndugleikar hava ætlanir um at vitja býin, har hendingin fór fram, og hetta verður gjørt, tá veðrið verður betur.

 

Í lítla býnum Wales búgva mest upprunafólk.

 

Deyðilig álop av slíkum slag eru ikki vanlig í Alaska. Í 1990 drap ein hvítabjørn ein mann í býnum, Point Lay, sum liggur norðanfyri Wales.

 

Vísindafólk í Alaska funnu í 2019 út av, at broytingar í havísnum, sum er økið hjá hvítabjarnum, hongur saman við, at bjarnirnar oftari ferðast uppi á landi.

 

Tað merkir so aftur, at størri vandi er fyri, at fólk og hvítabjarnir møtast.

 

Eisini á Svalbard hava hvítabjarnir framt álop á fólk. Í august í fjør varð eitt franskt ferðafólk álopið. Kvinnan fekk løstir, men yvirlivdi álopið.

 

Í 2020 varð ein maður, sum gisti á einum kampingplássi á Svalbard, álopin og dripin.

 

Sambært norska kringvarpinum NRK var hetta sættu ferð síðan 1971, at eitt fólk varð álopið og dripið av hvítabjørn á Svalbard.