Hvussu er trúgv avmyndað í føroyskari myndlist?

Hvussu er trúgv avmyndað í føroyskari myndlist? - Tað er spurningurin, sum tey fyriskipandi á Listasavni Føroya hava sett sær sjálvum. Spurningurin, vit vitjandi á Listasavninum kunnu seta okkum er hvørt evnið er relevant og um framsýningin er listaliga viðkomandi. Fyribils svarið er eitt møøøøguliga og eitt ja! Sjálvt um evnið tykist onkursvegna reduktivt í síni grundhugsan, eru fleiri av teimum framsýndu verkunum tað ikki.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen, listummælari, tá hon á listaportal.com ummælir serframsýningina Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum.

 

Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022, skrivar Kinna Poulsen millum annað á listaportal.com, har ummælið kann lesast í fullari longd.