Hvussu hevði verið vorðið um?

Hetta er ikki ein “peningagrein” men ein “menniskjagrein” - ein roynd at siga fólki frá, at teir persónar sum vanliga av politiskum flokkum, sostatt eisini av samfelagnum, verða settir í bás sum kensluleysir kraddarar, hóast tey eru fólk við kennslum sum mennisku flest, kannska enntá betri, tí tey offra bæði ogn og pening fyri at skapa nakað sum kann virka til avkasti í samfelaganum og harvið til dagligan tørv hjá fólkinum.

Hetta sigi eg av egnum royndum - tó peningaliga í nógv minni mun enn mong onnur, so mikið kortini, at eg haldi meg kunna føla við teimun fólkum, sum heldur enn at fáa góð og lívgandi orð frá politiskum flokkum sum ósmæðið siga seg at tala fólksins vegna, royna at elva fram øvindsjúku í fólkinum fyri at vinna sær atkvøður, ið geva makt og løgtingsmannalønir.

 

Tað omanfyri er skrivað soleiðis tí:

 

Táið flakavirkið Norðís á Eiði var í umbúna miðskeiðis í 1960 árunum vóru tað m.a. 5 fiskimenn sum skuldu keypa 30 tonsara útróðrabát, hesir 5 bóðu meg vera við at keypa, prísurin var Kr. 80.000,- og vit 6 løgdu Kr. 8.000,- hvør á stovuborið sum fyrsta gjald. Hjá mær var hetta helvt av fastari USCG ársløni. Aftan á nøkur ár hevði eg fyri ógoldnar rokningar hjá úróðrabátinun lagt út eina ársløn oman á keypspeningin.

 

Tá ið flakavirkið hevði verið í gongd í nøkur heilt fá ár við Peturi Reinert á odda og sum nevndarformanni, tá tók Petur stig til at savna saman pening, soleiðis at nýbygningur kundi byggjast á Vestmanna skipasmiðju - Thomas Nygård - hetta fyri at virkið kundi fáa nóg mikið av fiski.

 

Sjálvt um eg hevði nógmikið við 30 tonsaranun bleiv eg ein av partaeigaranum. Tá var skipanin kommandit felag. Fiskurin frá Thomasi Nygård munaði væl á Norðís, men hjá skipinun var ikki altíð so lætt, heldur ikki hjá teimum sum høvdu lagt pening til fyri at fáa skipið til virkið. Bæði nær og fjar vóru hesir menn “kombandittar”. Komandittfelag var bert ein fyribils útseting av skatti, táið skipið bleiv selt skuldi avskrivingin skattast.

 

Her er eitt dømi um tað sum hendan greinin byrjaði við:

 

Ein persónur var, sum eg mangan hoyrdi frá um hesar samfelagsins skamleysu ”kombandittarnar,” sigi ikki hvønn politiskan lit viðkomandi hevði, hesum manni bjóðaði eg part mín heilt gratis, parturin hevði fullt virði, tí eg hevði ikki avskrivað nakað, men viðkomandi tók ikki av, betri mundi vera ikki at kenna nakra ábyrgd ella tyngd av nøkrum og bert halda seg til heimagjørt “eginrættvísi” og finnast at ørðum.

 

Tí spyrji eg hvussu hevði verið vorðið við samfelagnum, um tey sum í dag bera tyngd vinnilívssins søgdu – nei nú hvørki orki ella tími eg hetta longur – eg selji alt, hvar hevði tá alt farið???

 

Jógvan K. Mørkøre, Eiði

 

Hvussi hevði verið vorðið í Føroyum í dag, um teir sum kenna byrðuna av hava samfelagsins tilfongis-vinnulív koyrandi - um teir nú lýstu skipini til sølu ( tað er eitt beinleiðis ynski frá Tjóðveldi og Javnaraflokkinum, onnur skulu jú framat)