Hvussu nógv skal tað kosta at bjarga einum menniskja frá korona?

– Tað kann tykjast sum um, at prísurin fyri at steingja landið, snøgt sagt er ov høgur, heldur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum eisini hevur eitt uppskot

– Tað kann tykjast sum um, at prísurin at steingja landið, snøgt sagt er ov høgur.

Tað heldur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum heldur hann, at vit noyðast eisini at taka kjakið um korona út frá einum búskaparligum sjónarmiði.

– Hvussu nógv skal tað kosta at bjarga einum menniskja frá korona, spyr hann. Heilsuverk hava altíð tikið búskaparlig atlit, men í løtuni tykist onki mark verða fyri kostnaðinum, sum heimurin í løtuni skal rinda fyri hesa farsóttina, sigur hann.  

Hann vísir á, at umsetningurin hjá Gist & Vist er minkaður niður í fimm prosent, tí alt er stongt og hann saknar greiðari boð frá myndugleikunum.

Árið í ár sá annars út til at gerast besta árið higartil, men ístaðin eru vit nú í fríum falli, sigur Johannes Jensen.

Í februar vóru tilsamans 323 fólk á lønarlistanum hjá Gist & Vist. Í fjør hevði Gist & Vist 209 ársverk, men nú er at kalla alt virksemið burtur í einum høggi.

Hann heldur, at hjálparpakkarnir eru góður, men teir eru bara galdandi til 30. juni í ár. Hvat síðani hendir, er óvist, men fyri ferðavinnuna er sera umráðandi, at skipanin verður longd, sigur Johannes Jensen.

Hann dylur ikki fyri, at honum dámar framferðina í Svøríki, har skúlar, matstovur, og onnur savningarstøð, í stóran mun hava opið.

– Tíðin fer at vísa, um sviar verða meiri mótstøðuførir enn danir og harvið í longdini spara mannalív.

Johannes Jensen nevnir ein møguleika, sum kundi avmarkað avleiðingarnar fyri ferðavinnuna í Føroyum. Tað er, at sóttarhaldið ikki fevnir um londini í ríkisfelagsskapinum. Tað merkir, at danir og grønlendingar kundu ferðast hendanvegin uttan at noyðast í sóttarhald.

– Tað er væl skiljandi, at í løtuni verður eitt slíkt uppskot ikki tikið væl upp, men fyrr ella seinni mugu vit lata lata samfelagið uppaftur.

 – Danir eru í dag umleið 40-50 prosent av teimum ferðandi til Føroya. Við at linka sóttarhaldskravið kundi hetta givið føroysku ferðavinnuni ein størri heimamarknað, úr 52.000 fólkum til 5,8 milliónir fólk, sigur Johannes Jensen.

 – Tað er landið, sum hevur forðað okkum at virka, forðað okkum at savnast fleiri enn 10 fólk, og sum heur forðað vitjandi frá útheiminum við sóttarhaldskravi.

– Landið má tí brúka nakrar milliónir upp á at lyfta okkum upp um hegnið, hinumegin koronakreppuna, so vit kunnu yvirliva til næsta ár, sigur Johannes Jensen.