Hvussu nógv skal stjórin í Posta tjena? 

Meðan arbeiðarin stríðist í samráðingum fyri at fáa 3 % lønarhækkan, so fekk stjórin í Posta ikki minni enn 12,5 % lønarhækkan í 2021. Tí hevur Ingilín D. Strøm sett fyrispurning til landsstýrismannin, sum hevur evstu ábyrgd av Posta. 

Samlaða lønin hjá stjóranum í Posta er nú 1,7 mió. kr. um árið. Til samanberingar er tað væl meira enn stjórin á Landssjúkrahúsinum og stjórin í Almannaverkinum. 

Allir føroyingar eiga Posta, og tí hava vit øll rætt til at vita grundgevingarnar fyri, at stjóralønin hækkaði við 184.000 krónum – 12,5 prosentum - í 2021, skrivar Ingilín.