GRAND PRIX: - Tað er eitt herðaklapp, sum hevur størri týdning fyri meg, enn hugsanin hjá dómarapanelinum, sigur Jens Marni Hansen.
Av teimum 10 luttakarunum, sum framførdi í Aalborg leygarkvøldið, var Jens Marni Hansen tann, ið hyggjararnir kjósu til vinnara.
Tey ringdu til mín frá DR eftir sendingina og søgdu, at hóast eg ikki kom víðari, so fekk eg flest atkvøður frá hyggjarunum, sigur Jens Marni Hansen.
Hóast Jens Marni ikki gjørdist vinnarin av kappingini, so er áhugin fyri hansara tónleiki av álvara voksin í Danmark, og fleiri stór plátufeløg hava víst honum áhuga.
- Eg fari í næstum at útgeva mína fløgu í Danmark. Vónandi verður Grand Prix lagið »Gloria« eisini partur av fløguni, sigur Jens Marni.
Jens Marni Hansen hevur eisini aðrar stóran ætlanir fyri framman, tí um fáar vikur fer hann á umfatandi rundferð í Danmark.
- Áhugin fyri mær og mínum tónleiki er eksploderaður í Danmark, og tað var júst við hesum fyri eyga, at eg fór við í kappingina. Tað er fyri so vítt ikki so týdningarmikið, hvat dómarapanelið heldur um meg. Men eg haldi, at danir hava tikið væl ímóti mær, sigur Jens Marni Hansen.
Chief 1 royndi av øllum alvi
Tann av dómarunum, sum umboðaði rokksjangruna til Grand Prixið, royndi av øllum alvi at sannføra hinar dómararnar um, at Jens Marni var besta boðið uppá ein danskan Grand Prix luttakara í Oslo.
- Eg royndi alt eg kundi, men hinir dómararnir vóru ikki at flyta. Dómararnir vóru eisini alt annað enn rokkfjepparar, so Jens Marni hevði keðilig odds, sigur Chief 1.
Chief 1 er millum annað umboðsmaður hjá føroyska bólkinum The Dreams, og hann heldur tað kortini verða best fyri Jens Marna, at hann ikki vann kappingina.
- The Dreams vóru einaferð í Grand Prix, men tað er tað eingin sum minnist. Hóast hetta var teirra gjøgnumbrot, so eru teir ikki »Grand Prix bólkur« í eygunum hjá dønum. Jens Marni hevur við hesum gjørt seg merktan, og um hann dugir at gagnnýta tað, so kann hann av álvara gerast eitt stórt rokknavn í Danmark, sigur Chief 1.
Hyggjararnir atkvøddu fyri Jens Marna, og tá ið endaliga uppteljingin frá fyrsta umfari var av, var eingin ivi um, at hyggjararnir vildu hava Jens Marna víðari.
- Tað er uttan iva tí, at tann vanligi danskarin ikki er eins bundin at siðvenju og dómararnir kanska eru. Danir tora at senda eitt rokklag víðari til Oslo, tí í veruleikanum hevur hetta størsta møguleikan, sigur Chief 1 sum vísir á, at dómararnir ikki mettu eitt rokklag verða hóskandi til Grand Prix.
Føroyingar fara at bergtaka Eurovision
Chief 1 er ikki í iva um, at Føroyar skulu hava egnan limaskap í Eurovision. Hann heldur, at um Føroyar gjørdist eitt sjálvstøðugt land, so hevði tónleikur avgjørt kunna ment seg til eina avgerandi útflutningsvinnu.
- Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Eurovision, um tit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land, og soleiðis fáa limaskap. Føroyingar eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sum heilt avgjørt eigur at satsa uppá tónleikin, sigur Chief 1.