Hyundai Kona Electric
Hyundai Kona Electric fæst í tveimum útgávum, har munurin er støddin á battarínum og motorinum. Onnur útgávan hevur 39 kWh battarí og el-motor við 136 hk, hesin koyrir upp til 289 km upp á eina løðing. Hin hevur 64 kWh battarí og el-motor við 204 hk og koyrir upp til 395 km upp á eina løðing. Sum standard er Kona Electric sera væl útgjørdur og hevur skipanir, har hann løðir battaríið undir koyring.
##med2##
Hyundai Kona Electric fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.
Bíligasti Hyundai Kona Electric kostar í Tend útgávuni kr. 364.550 við mvg, men tá mvg er afturgoldið er prísurin kr. 294.550
Hyundai Ioniq Electric
Hyundai Ioniq er ein snøggur bilur, designið er einfalt og smart við tíðarleysum linjum. Hann verður gjørdur sum vanligur hybridbilur, sum plug-in hybrid og sum elbilur. Sum standard er Ioniq Electric sera væl útgjørdur og hevur skipanir, har hann løðir battaríið undir koyring.
##med3##
Ioniq Hybrid fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman, leðursetur, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.
Í nýggjastu útgávuni hevur hann 28 kWh battarí, motorurin hevur 136 hk, og bilurin koyrir upp til 311 km upp á eina løðing. Bíligasti Hyundai Ioniq Electric kostar í Tend útgávuni kr. 354.550 við mvg, men tá mvg er afturgoldið er prísurin kr. 284.550
Báðir bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Nordbil við Oyggjarvegin.