Í ár vera jólini heilt serlig á Tvøroyri

Á jólum í ár verður opið í nógvum av teimum gomlu bygningunum, har tað ber til at fara aftur í tíð eina løtu

Myndina av tí jólapyntaða miðbýnum á Tvøroyri eitt góðveðurskvøld her fyri, hevur Turið í Dali tikið

Í ár verða jólini á Tvøroyri heilt serlig, tí hesa ferð hava tey gjørt av at hava ymisk tiltøk í nógvum av teimum gomlu bygningunum í býnum. Kunningarstovan sigur, at tá ið jólatræið á Tvøroyri verður tendrað í morgin, sunnudagin, letur nevniliga eisini ein spennandi jólaframsýning upp í gomlu, søguligu bygninunum á Tvøroyri. Talan er um Faktorhúsið, ella Roykstovan, Gamla Doktarahúsið, gomlu krambúðina og pakkhús 5.

 

Faktorhúsið varð bygt í 1836, og tað var fyrsta sethús á Tvøroyri. Og nú ber til at fara í Faktorhúsið og síggja, hvussu jólini vóru

 

 Fyri eini hálvari øld síðani.

 

Har ber til hjá fólki at njót hugnan og angan av bakstri afturvið einum kaffimunni, meðan jólaheilsur vera spældar í lurtitólinum.

 

Frá 1836 til 1856 var Kgl. Einahandil á Tvøroyri, sum danski staturin forvaltaði. Tá ið Føroyar fingu fríhandil í 1856, keypti danin, Thomas Frederik Thomsen, handilin og bygningarnar, sum fylgdu við.

 

Síðan tá hevur ymiskt virksemi verið í handlinum, og nú á jólum verður handilin aftur latin upp sum ein gamal, føroyskur bygdahandil, sum vit kenna hann frá 1950-1970 og har fer at bera til at keypa ymiskar vørur, sum í gomlum døgum.

 

Pakkhús 5 varð bygt í 1846. Upprunaliga var tað turkihús, men seinni var tað timburgoymsla og onnur goymsla. Í ár kemur aftur lív í Pakkhús 5, har tað verður jólasøla við alskyns vørum. Í kjallaranum í Pakkhúsi 5 verður ein burðardygg jólaverkstova við tilfeingi úr náttúruni á Tvøroyri og har á leiðini.

 

Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn heldur til í gamla Doktarahúsinum. Hesi jólini verður ein livandi framsýning, ið lýsir eitt væla hús í tíðini frá 1900-1940. Eisini verður ein framsýning í  húsinum við søguni um jólatræið, sprellimannin, klatrinissuna, jólaljósið, kramarhúsið og jólakortið.

 

Gestastovan varð bygd í 1843 sum vistarhús til tey, sum komu til handils á Tvøroyri, og kanska var tað enntá fyrsta hotell í Føroyum. Í dag er Gestastovan ein partur av Tvøroyrar Bygdasavni, og hesi jólini verður hon partur av eini siðsøguligari jólalýsing av kenda jólasanginum ”Eg eri jólamaðurin”.

 

Vakra kirkjan á Tvøroyri verður eisini partur av siðsøguligu lýsingini av jólunum við fýra evnum: Jólaljósið, vónin, jólagávan og gentan við svávulpinnunum. Eitt evni hvønn leygardag í desembur við við livandi tónleiki.

 

Tiltøkini verða í morgin, eftir at jólatræið er tendrað, men annars hvønn seinnapartarnar leygardag og sunnudag, umframt hósdagin 22. desembur og tollaksmessudag.

 

Myndina av tí jólapyntaða miðbýnum á Tvøroyri eitt góðveðurskvøld her fyri, hevur Turið í Dali tikið