Í báti til Havnar at halda ólavsøku

Longu í dag sást ávísur ólavsøkudámur í Vágsbotni, har nakrir bátaeigarar longu hava funnið sær síni pláss til ólavsøkuna.

Myndin er tikin í Vágsbotni í dag, har nakrir frítíðarbátar longu hava funnið síni pláss við bryggjuna.

Myndin er tikin í Vágsbotni í dag, har nakrir frítíðarbátar longu hava funnið síni pláss við bryggjuna.

 

 

Sum árini eru gingin, hava fleiri og fleiri familjur fingið sær stuttleikabátar - ella gardinbátar - sum síni flótandi "summarhús". Ferðast verður kring landið á stevnur, og í so máta er ólavsøkan einki undantak.

 

Umframt at bátar koma úr øðrum bygdum og býum, eru tað eisini bátaeigarar í høvuðsstaðnum, sum leita sær í Vágsbotn við bátinum at hugna sær og halda ólavsøku saman við øðrum bátaeigarum.

 

Longu í dag sást ávísur bátahugni í Vágsbotni, har nakrir bátaeigarar longu hava funnið sær síni pláss. Her verður ligið um ólavsøkuna, og her verður gingið ímillum bátar og niðan í havnargøtur.

 

Bátaumhvørvið er hugnaligt, og her møtir tú øllum sløgum av fólki. Her eru arbeiðsmenn, handverkarar, politikarar, pantifútar, sálarfrøðingar og læknar, men í hesum umhvørvi er eingin munur á monnum.

 

Í umhvørvinum fram við bryggjukantinum eru tað samvera og hugni, sum telja - og ikki hvønn status, tú møguliga hevur í tí gerandisliga. Blíðskapurin er stórur, og her er gott lag á fólki.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tikin í Vágsbotni í dag, har nakrir frítíðarbátar longu hava funnið síni pláss við bryggjuna.