25. mars í 1819 varð V. U. Hammershaimb borin í heim á Steig í Sandavági.
Hammershaimb var sonur seinasta løgmannin í Føroyum eftir gomlu skipanini, Jørgen Frants Hammershaimb.
V. U. Hammershaimb kenna vit sum »faðir skriftmálsins« – sum vann skrivaðum føroyskum máli heiður og æru, soleiðis at tað er nátúrligt hjá okkum at skriva og samkifta á føroyskum máli, og ikki á donskum, sum tey gjørdu tá á døgum.
V. U. Hammershaimb var prestur, men brúkti nógva tíð saman við øðrum at virka fyri føroyska skiftmálinum.
21. februar er kosin sum altjóða móðurmálsdagur. Men í Føroyum varð fyri nøkrum árum síðani gjørt av at halda dagin á føðingardegi V. U. Hammershaimb, sum er 25. mars.
Hetta varð gjørt, tí at ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið og skriftmáli hevur verið so avgerandi fyri, at vit í dag duga at skriva og hava eitt væl ment skriftmál.
Móðurmál okkara hevur sína serligu søgu, sum vit kunnu vera errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast um, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst síðstu øld, við V. U. Hammershaimb á odda, at skapa okkum skriftmálið, sum var horvið. Tað er ikki hissini bragd at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er.
##med2##
Í ár skipar Áhugafelagið Føroyamál fyri tiltaki. Tey hava opið hús, og evnið er móðurmálið og avbjóðingar hjá fólki í Føroyum við føroyskum sum annaðmál.