Síðan týsmorgunin hevur løgreglan havt venjingar - fyrst á Vestaru Bryggju við Bacalao í Havn og niðri í Hoyvíkini, og í gjár vóru venjingar eisini úti í Havnardali.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at í dag eru hesar venjingar eisini í Sandoynni, har vant verður tað mesta av degnum.
- Eg veit ikki, hvar í Sandoynni løgreglan hevur sínar venjingar í dag, men um vápnað løgreglulið síggjast í oynni, so eru hetta bara venjingar.
Tíðliga í vikuni gjørdi løgreglan vart við hesar venjingar, sum ætlandi skuldu vera bæði týsdag, mikudag og hósdag, sum er í dag.
Tað kann síggja eitt sindur ógvusligt út við alvápnaðum løgreglufólki og løgreglubilum, um fólk ikki vita, hvat hetta snýr seg um, men her er altso talan um venjingar.
Men, hvat er tað so, sum løgreglan hevur vant hesar tríggjar dagarnar?
- Hetta eru venjingar, sum vit javnan hava, og hetta eru nøkur konsept, vit venja. Skuldu støður tikið seg upp, sum tíbetur ikki er so ofta, mugu vit at vera til reiðar, sigur vaktleiðarin.