Í dag skal Knút Lútzen verja NM heitið

NM í gonguløgum fyri íslandsross, sum í hesum døgum fer fram í Herning í Danmark, er nú við at koma inn í finaludagarnar

Rossini úr Føroyum hava klára seg stak væl og millum tey bestu er aftur hesaferð Knút Lútzen á hestinum Kára frá Ásbrú. 

 

Teir báðir tóku allan rossaheimin á bóli, tá teir á Álandi, fyri tveimum árum síðani vunnu NM í gæðingakeppni. Hetta var samstundi fyrsta og enn einasta NM heitið sum føroyskur luttakari hevur vunnið. 

 

##med2##

Nú seinnapartin fáa Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú so møguleikan at verja NM heitið. Teir vunnu sær pláss í A finaluna, við at gerast nummar fýra í innleiðandi, men munurin frá nummar eitt til nummar fýra var so evarska lítil, at tey kønu meta at øll hesu fýra rossini muga metast at hava javnt góðan møguleika at vinna á degnum. 

 

Nógv føroysk viðhaldsfólk eru í Herning og tað er eingin ivi um at hesin stuðul, kemur væl við í royndini hjá teimum báðum at endurvinnað NM heitið – Finalan er í dag kl 16:45 føroyska tíð.