Í dag verður tað Uros ímóti ÍF

Fyrr í ár fóru fuglfirðingar við einum stigi úr Gundadali, eftir at teir vóru um reppið at vinna ímóti B36

Tað verður klokkan 15, at fyrsta bríksl vereður í Gundadali, tá ið B36 fær vitjan av ÍF. Fyrr í vikuni var dystarbyrjanin søgd at vera klokkan 14, og at HB skuldi spæla ímóti EB/Streymi klokkan 17. Nú sigur skipanin hjá FSF, at dystirnir vera ávikavíst klokkan 15 og 18.

 

2. mai sá tað ljóst út hjá ÍF, sum megnaði 2-2 ímóti B36 í Gundadali. Støðan var so mikið góð hjá ÍF, at fuglfirðingarnir iðraðu seg ikki frítt um javnleikin, tí inntil tað restaðu 20 minuttir, var ÍF frammanfyri 2-0.

 

B36 gjørdi sjálvmál, og so var tað Uros Stojanov, sum økti um ÍF leiðsluna til 2-0. Í summar flutti Uroas úr ÍF og til B36. Sum ÍF spælari skoraði hann seks mál í 12 dystum, og sum B36 spælari hevur hann í sjey dystum skorað trý mál. Síðsti dysturin hjá Uros í ÍF búnanum var 14. juni, tá ið fuglfirðingar taptu 1-0 í Sørvági. Síðani tá hevur ÍF í níggju dystum skorað fimm mál.

 

Mikukvøldið tapti ÍF 3-0 á heimavølli ímóti HB. Síðsta sunnudag var tað vónbrot hjá B36, tá ið tað í Sørvági endaði 2-2. Avrikið var ikki serliga sannførandi, og teir í B36 hildu seg vera hepnar, tá ið Sebastian Pingel ein minutt undan leikloki javnaði til 2-2.

 

Hjá B36 eru Brian Jakobsen, Símun Rógvi Hansen, Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen skaddir.

 

Hjá ÍF Jóhann Højbro skaddur í fótinum.