Í kvøld verða tvær av teimum seinnu seinnu hálvfinalunum í Champions League. Liverpool hevur munin móti Benfica, meðan tað bara er eitt mál á muni millum Diego Simeone og Pep Guardiola.
Liverpool (3) – (1) Benfica (20.00)
Liverpool vann ein trivaligan sigur í Portugal í farnu viku, men eitt skifti vísti Benfica, at teir hava tað, sum skal til fyri at leggja trýst á Liverpool. Liverpool er stórfavorittur at koma víðari.
Møguligar uppstillingar:
Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Konaté, Van Dijk, Tsimikas; Henderson, Fabinho, Keïta; Salah, Jota, Luis Díaz
Leikbann um gult kort: Jota, Mané
Benfica: Vlachodimos; Gilberto, Otamendi, Vertonghen, Grimaldo; Weigl, Taarabt; Rafa Silva, Ramos, Everton; Darwin Núñez
Leikbann um gult kort: Grimaldo, João Mário, Otamendi, Gonçalo Ramos, Rafa Silva, Taarabt, Weigl, Yaremchuk
Atletico Madrid (0) – (1) Manchester City (20.00)
Heimaliðið var fyri nógvum kritikki í fyrra dystinum, tí liðið einki skot hevði upp á mál. Tað verður væntandi øðrvísi í kvøld, tí Diego Simeone og hansara menn skulu hava mál í kvøld, um Pep Guardiola og City ikki skulu enda í finaluni.
Møguligar uppstillingar:
Atlético: Oblak; Vrsaljko, Savić, Felipe, Reinildo, Carrasco: Llorente, Herrera, Koke; Correa, João Félix
Leikbann um gult kort: Correa, De Paul, João Félix, Herrera, Kondogbia, Llorente, Reinildo, Luis Suárez
Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Laporte, João Cancelo; De Bruyne, Rodri, Bernardo Silva; Mahrez, Foden, Grealish
Leikbann um gult kort: João Cancelo, De Bruyne