Í kvøld var Sabala fimmfaldur málskjútti

1. DEILD: Við 7-1 heimasigri ímóti NSÍ lyfti KÍ seg fram á fjórða plássið

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen saman við verjuspælaranum Dmytro Lytvyn og Valerijs Sambala, álopsspælaranum, sum í kvøld skoraði fimm mál og harvið pressar á at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum.

Tað endaði við stórum skrædli, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld vóru gestir hjá næstbesta KÍ liðnum.

 

KÍ vann 7-1 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at KÍ er á fjórða plássi við 19 stigum, og at NSÍ er næstaftast við sjey stigum.

 

Teir báðir útlendsku spælararnir, sum mitt í mars komu til Klaksvíkar, hava higartil ikki átt serliga stóran leiklut á besta KÍ liðnum.

 

Í kvøld vóru teir báðir á næstbesta liðnum – Dmytro Lytvyn úr Ukreina í miðverjuni, og Valerijs Sabala úr Lettlandi í álopinum.

 

Sabala gjørdi ein ordiligan vørr í kvøld. Hann skoraði fimm av teimum sjey KÍ málunum, og nú man tað ikki vera langt burtur, at hann fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu á besta KÍ liðnum, sum fríggjakvøldið fær vitjan av EB/Streymi. At hann fer at fáa møguleikan er so upplagt, nú hann á næstbesta liðnum skoraði fimm mál í kvøld, og eisini tí tað seinastu ferðirnar hevur gingið eitt sindur striltið við málskjótingina á besta liðnum. Í gjár endaði tað málleyst í Gøtu, og mikukvøldið var tað ikki fyrr enn tað restaðu fimm minuttir í steypadystinum ímóti ÍF, at tað eydnaðist at fáa hol á.

 

Á NSÍ liðnum vóru fleiri, sum fyrr í ár hava verið á besta liðnum. Ein av hesum var Meinhard Janusarson, sum legði NSÍ á odda í fimta minutti. Eivin Sørensen javnaði í 11. minutti, og undan steðginum skoraðu bæði Valeris Sabala og Dávid B. Andreasen.

 

Eftir steðgin skoraði Valeris Sabala fýra mál í 21 minuttir.

 

-

 

TB10802221024
ÍF1072123923
Víkingur11623302020
11614341719
B7110532161018
Undrið FF11524161217
HB11416172113
B3611317152910
NSÍ1121812437
07 Vestur100197211

 

-

 

12. umfar

 

Hósdagin 26. mai – Kristi himmalferðardag

 

B36 – ÍF

 

07 Vestur – HB

 

B71 – NSÍ

 

Leygardagin 28. mai

 

 Víkingur – KÍ

 

TB – Undrið FF

 

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen saman við verjuspælaranum Dmytro Lytvyn og Valerijs Sambala, álopsspælaranum, sum í kvøld skoraði fimm mál og harvið pressar á at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum.