VIDEO: Í kvøld vunnu tveir føroyskir landsliðsspælarar

(Video) Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum megnaði Vejle við Halli Hansson millum teir fyrstu ellivu at vinna fulla úrtøku

Tveir føroyskir landsliðsspælarar vóru í kvøld við til at vinna í donsku superliguni.

 

Vejle Boldklub vann á heimavølli 2-0 ímóti FC Nordsjælland. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Hallur Hansson, sum sá gula kortið í fyrra hálvleiki, var á Vejle miðvøllinum allan dystin á tamb.

 

-Vit vardu ógvuliga væl, og vit megnaðu at vinna okkum til málmøguleikar, og sigurin var uppiborin. Hugaligt var tað, at hugburðurin var so góður, og hetta gevur mót um, at tað fer at vinna fleiri dystir, og vit rokna avgjørt við møguleikanum, at tað fer at eyndast at sleppa av aftasta plássi, segði Hallur Hansson eftir dystarlok við TV3Sport.

 

Viljormur Davidsen varð skiftur inn á vongverjan í vinstru, tá ið tað restaðu smáir tíggju minuttir. Viljormur varð skiftur út fram ímóti dystarenda í landsdystinum ímóti Skotlandi í síðstu viku. Tá varð sagt, at hann var darvaður av skaða í lærkrikanum, og hann var ikki á listanum, tá ið Vejle sunnukvøldið tapti 3-2 á útivølli ímóti Brøndby.

 

At Viljormur í kvøld varð skiftur inn, tá ið tað restaðu átta minuttir, var staðfesting av, at hann er komin seg eftir skaðan, og at tað harvið kann roknast við, at hann verður tøkur til landsdystirnar í næsta mánað, tá ið Føroyar skulu spæla á útivølli ímóti Danmark og Ísrael.

 

Vejle er aftast við fimm stigum. Tað eru fýra stug fram til SønderjyskE og sjey stig fram til Viborg FF.

 

Næsti dystur hjá Vejle verður annan sunnudag í Parkini í Keypmannahavn ímóti FCK.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

 

##med2##