Í morgin verður lagnan hjá Levanger avgjørd

Undan seinasta leikumfarinum eru heili átta lið partur av niðurflytingarstríðnum

Klokkan 12 í morgin, sunnudagin 1. november verður lagnustundin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfeløgunum í Levanger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Heili átta lið eru partur av niðurflytingarstríðnm í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Støðan hjá teimum 9 aftastu liðunum sær soleiðis út áðrenn 30. og seinasta umfar. Fýra lið flyta niður í triðbestu fótbóltsdeildina :

 

8. Åsane 34 stig (43-43)

9. Strømmen 34 stig (32-39)

10. Frederiksstad 34 stig (40-60)

11. Levanger 33 stig (44-52)

12. Bryne 33 stig (41-49)

-----------------------------------------

13. Follo 32 stig (40-41)

14. Bærum 31 stig (43-65)

15. Nest-Sotra 30 stig (40-50)

16. Hønefoss 27 stig (32-49) (Eru fluttir niður)

 

Levanger tekur ímóti oddaliðnum - gamla føroyingafelagnum - Sogndal, sum hevur vunnið deildina fyri langari tíð síðani. Væntandi er, at tað verður útselt til lagnudystin á Moan leikvøllinum í Levanger í morgin klokkan 12 føroyska tíð.

 

Ein norsk greiningarfyritøka hevur sambært heimasíðuni hjá Levagner FK roknað seg fram til sannlíkindini fyri, at Levanger FK flytur niður. Tann útrokningin sigur, at sannlíkindini fyri, at Levanger FK flytur niður er 7,7 prosent, so vónirnar eru ikki sørar hjá Kaj Leo og liðfeløgunum.

 

Seinasta umfarið í næstbestu, norsku fótbóltsdeildini sær soleiðis út. Allir dystirnir byrja klokkan 12 føroyska tíð :

 

Jerv-Follo 
Sandnes Ulf-Ranheim TF
Fredrikstad-Nest-Sotra
Bryne-Bærum
Strømmen-Kristiansund BK
Brann-Hødd
Hønefoss BK-Åsane

Levanger FK-Sogndal