Nú summarið hevur verið bæði vátt og stundum illsligt til veður - við alt ov fáum sólarglottum - høvdu vit vónað, at heystið fór at roynast. Men, í morgun var frost. Mynd: Gunnar Bjarnason.

Í morgun var frost

Onkuntíð verður sagt, at einki er, sum tað var, men tað mesta, sum hendir, er ivaleyst hent áður.

Nú summarið hevur verið bæði vátt og stundum illsligt til veður - við alt ov fáum sólarglottum - høvdu vit vónað, at heystið fór at roynast. Men, í morgun var frost. Mynd: Gunnar Bjarnason.

Í morgun legði Gunnar Bjarnason, sum býr á Sandi og arbeiðir í Havn, eina góða mynd út í bólkin hjá urtagarðsáhugaðum á Facebook.

 

- Nú er heystið her. Frost er á grasinum í morgun og pollamjørki yvir vatninum. Hetta er óheppið fyri epli og annan gróður, sum illa tolir frost.

 

Soleiðis skrivar hann saman við myndini, hann hevur lagt út, og her er eisini mynd, sum vísir pollamjørka yvir Sandsvatni henda kalda morgun.

 

Gunnar Bjarnason hevur seyð, og hann veltir eisini ymiska grøði.  

 

Onkuntíð verður sagt, at einki er, sum tað var. Um hetta er satt ella ei, lata vit standa ósvarað. Tað mesta, sum hendir, er ivaleyst hent áður.

 

Men, nú summarið hevur verið bæði vátt og stundum illsligt til veður - við alt ov fáum sólarglottum - høvdu vit vónað, at heystið fór at roynast.

 

Vit hava ikki mist vónina um, at vit kanska fara at fáa nakrar góðar dagar í heyst, men í morgun høvdu vit so frost, soleiðis sum myndin hjá Gunnari Bjarnason vísir.

 

 

 

Nú summarið hevur verið bæði vátt og stundum illsligt til veður - við alt ov fáum sólarglottum - høvdu vit vónað, at heystið fór at roynast. Men, í morgun var frost. Mynd: Gunnar Bjarnason.