Kvinnur í bestu árum fara tvær ferðir so ofta til lækna enn menn

Tøl frá Hagstovuvini vísa, at tað serliga eru ungar og kvinnur um miðal aldur, sum fara ofta til lækna

Tað verður ofta sagt, at mannfólk eru trek at fara til lækna. Og kanska er okkurt um tað, tí í øllum førum vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at kvinnur fara nógv oftari til lækna enn hvat menn gera. Sum vit skrivaðu í gjár, høvdu kommunulæknarnir kring landið slakar 188.000 viðtalur í fjør. Og uppgerðin vísir eisini, at kvinnur vóru til 56 prosent av viðtalunum og menn vóru til 44 prosent av viðtalunum.   

 

Tað merkir, at kvinnur vóru til yvir 24.000 fleiri viðtalur enn menn vóru til. Uppgerðin vísir eisini, at upp til 15 ára aldur eru viðtalurnar javnt býttar ímillum gentur og dreingir. Men so veksur munurin, og sum tað sæst á talvuni niðan fyri, eru tað serliga ungar kvinnur, og kvinnur um miðal aldur, sum eru ofta hjá lækna, samanborið við menn í somu aldursbólkum.

 

Størsti munurin ímillum kynini er í aldurbólkunum frá 20-árunum upp í 60-árini – og munurin er  nógv størsti munurin í 20- og 30-árunum.

 

##med2##

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at í miðal er hvør føroyingar 3,4 ferðir hjá lækna, men sum talvan niðan fyri vísir, vóru kvinnur í besta aldri, 4 ella 5 ferðir hjá lækna í fjør í miðal, men menn í sama aldursbólki vóru bara 2,5 ferðir, ella har um leið, hjá lækna.

 

Eyðvitað eru børn í skúlaaldri sjáldan hjá lækna, tí tey hava bara verið 1,5 ferðir hjá lækna í miðal.

 

Títtleikin so hækkar líðandi og fer upp um seks viðtalur fyri hvønn fólk yvir 75 ár. Tað eru ógvuliga fá, sum eru yvir 95 ár, og tí er talið á viðtalum rættiliga skiftandi fyri fyri hvønn íbúga í hesum aldursbólkinum. Sí talvuna niðan fyri.

 

##med3##